Arbeiðsmarknaðarmál skulu á skrá

Góði veljari,

 

 

 

Nú eru ikki nógvir tímar eftir til løgtingsvalið hósdagin 8. desembur, tá vit skulu taka støðu til, hvar krossurin skal setast.

 

Fyri okkum valevnir, eru hetta nakrir serstakliga spennandi og gevandi dagar, har vit lurta, læra og føra fram okkara sjónarmið og tankar.

 

 

 

Tað kemur helst ikki óvart á, at arbeiðsmarknaðarmál eru millum míni heitastu hjartamál. Eg havi í rættuliga mong ár verið aktivur í fakfelagspolitikki og seinastu 7 árini havi eg starvast sum fakfelagsfomaður í einum av størstu fakfeløgum á almanna arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Í míni tíð sum oddamaður fyri einum stórum fakfelag, havi eg arbeitt við at fáa arbeiðsmarknaðarmál á politisku dagsskránna. Men tað hevur verið misjavnt, hvussu nógv politiska skipanin hevur tikið tað til sín, og tað vil eg fegin gera nakað við. Tí er tað eitt púra náttúrligt val hjá mær at fara frá fakfelagspolitikkinum til landspolitikkin, so eg kann føra málini, eg í so mong ár havi arbeitt við víðari á politiska pallin.

 

 

 

Eg havi mangan sagt, at fakfeløgini ikki hava nógvar vinir í politisku skipani. Hetta tí, at tað er ikki ofta at uppskotini sum hava til endamáls at betra um viðurskiftini hjá løntakaranum, hava fingið neyðugu undirtøkuna, tá tað til stykkis kom. Tí eru mong mál fallin, tá trýstast skuldi á atkvøðuknappin í løgtinginum.

 

 

 

Eg havi tí sett mær fyri at gera alt tað eg kann fyri at arbeiðsmarknaðarmál aftur koma á politisku dagsskránna, og eg havi eina trúgv uppá, at tað við tínari hjálp fer at eydnast.

 

 

 

Umframt tað, at vit við lóg skulu stytta arbeiðsvikuna, er eitt hav at arbeiðsmarknaðarmálum, sum skulu loysast, har ímillum skal mismunarlógin dagførast – tað skal ikki verða loyvt at gera mismun á fólki vegna aldur, brek, húðalit ella trúgv. Harumframt eru fleiri tíggjutals ásetingar í arbeiðsmarknaðarlóggávuni, sum mugu og skulu dagførast.

 

 

 

Tað er umráðandi at javnvág er millum familjulív, arbeiðslív og frítíð, og tí hava vit sett okkum fyri at arbeiðsvikan skal styttast við lóg og at lág- og miðallønt skulu hava eitt lønarlyft.

 

Afturat hesum vilja vit virka fyri, at vit í Føroyum fáa eina nýggja almenna lønarskipan, sum skal tryggja okkum øllum eina rættvísa løn, sum millum annað avspeglar ábyrgd, útbúgving og royndir. Men hetta er ikki nakað politiska skipanin skal gera í einingi, tí hetta skal gerast í tøttum samstarvi við løntakarasíðuna og løngevarasíðuna, í tí vit kalla í einum trípartasamstarvi.

 

 

 

Trípartasamstarv er samstarv ímillum politisku skipanina, arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran. Við  trípartasamstarvi verða avtalurnar kjølfestar í semju millum allar partar, umframt at hetta skapar álit og gevur eina felags fatan av skrivaðu avtaluni.

 

 

 

Fleiri royndir eru eisini gjørdar fyri at seta frítøkuna av limagjaldi í skatti á politisku dagskránna.

 

Arbeiðsgevarin kann draga limagjald sítt av í skatti og hví skulu løntakarnir aftur her verða verri stillaðir enn arbeiðsgevarin? Hví skal mismunur eisini vera her?

 

 

 

Og tí haldi eg, at ein skipan, har starvsfólk kunnu draga kostnaðin av limaskapi í fakfeløgunum frá í skattinum, eigur at verða sett á stovn.

 

 

 

Góði veljari,

 

Ger brúk av tínum demokratiska rætti, fá ávirkan á samansetingina í løgtinginum við at fara á val hósdagin 8. Desembur og vel flokkin, ið stríðist fyri javnvág í samfelagnum.

 

 

 

Vel flokkin ella eitt av valevnunum, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnrætt og samhaldsfesti.

 

 

 

Eg vil stríðast fyri at betra korini hjá løntakaranum og verða tann mótvektin móti fámannaveldinum, vit seinastu árini hava sæð í føroyskum politikki.

 

 

 

Saman við tær kunnu vit gera stóran mun og tryggja øllum nøktandi livikor.

 

 

 

Við vón um dyggan stuðul til mín á lista C.

 

 

 

Gott val!

 

 

 

Súni Selfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin