Argjabørn skulu ganga í skúla á argjum

Argjabørn skulu hava sín sjálvsagda rætt at ganga í skúla á Argjum. Alt annað er óhoyrt og burturvið.

Tá innskrivingin til fyrsta flokk var liðug, høvdu heili 48 børn søkt um at sleppa at ganga í Skúlanum á Argjahamri. Tað er gleðiligt og endurspeglar, at Argir er ein bygd, har talið á barnafamiljum er vaksandi.  

 

Tíverri merkir hetta, nú lógin um at lækka næmingatalið í skúlaflokkum er ávegis,  at 4 argjabørn mugu oman í Sankta Frans Skúla at ganga í skúla komandi 9 árini. Onnur børn, sum flyta út á Argir komandi árini, fáa somu óhepnu lagnu. Væntast kann, at tey verða ikki so fá, nú fleiri familjur fara at seta búgv í fleiri spennandi útstykkingum á Argjum komandi árini.

 

Argjabørn skulu sjálvandi ganga í skúla í egnum nærumhvørvi, og saman við teirra grannabørnum. Her í skúlanum skulu tey hava møguleika fyri at skapa sosial og lokal sambond til frama fyri teirra trivnað og lokala samleika.

 

Skúlaskipanin er soleiðis háttað, at kommunan hevur ábyrgd av fysisku kørmunum, meðan landið fíggjar og normerar undirvísingarpartin. Tórshavnar Kommuna hevur loysn tøka til fysisku karmarnar á Argjahamri. Tí hevur Tórshavnar Kommuna  seinastu tíðina verið í samskifti við Barna- og Undirvísingarmálaráðið um at fáa normeringina soleiðis háttað, at øll hesi 48 børnini kunnu fáa møguleika fyri at fara í fyrsta flokk á Argjahamri. Í síðstu viku komu boð frá Barna- og undirvísingarmálaráðnum um, at umsóknin ikki var gingin á møti.  

 

Eg fari hervið at heita á landstýrismannin Djóna Nolsøe Joensen, sum eg veit er ein skilamaður, og hevur hjartað á rætta stað, um at endurskoða sína avgerð, sum ber brá av ikki at avspegla virðini hjá verandi samgongu.  So seint sum í 2023 bleiv  gjørt semjuskjal við Kommunufelagið um, at seta barnið í fremstu røð.

 

Tað eru ventilar, og møguleikar í nýggju lógini fyri, at gera  ein smidligan yvirgang. Serliga tá man veit, at 2018 og 2019 árgangirnir eru sera stórir, átti hesin møguleikið verði brúktur. Eg meti so avgjørt, at tað er ov tunt at koyra eina so týdningarmikla avgerð undir teppið við at vísa til  “líkaheitsprinsippið”, og at børnini kunnu fara oman í Sankta Frans Skúla.

 

Ein annar sera óheppin ringvirknaður av hesum er, at foreldur, ið bera ótta fyri, at barn teirra ikki sleppa í fyrsta flokk í teirra nærumhvørvi, eru farin at skriva børn teirra inn í forskúlan eitt ár fyrr enn ætlað, so tey hava tryggjað pláss til fyrsta flokk árið eftir. Hetta hóast tey eru vitandi um, at barn teirra av ymsum orsøkum, hevði havt betri av at verði eitt ár afturat á dagstovni. 

 

Latið okkum seta børnini í fokus.

 

 

 

Høgni Vilhelmsen

 

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu