Nógv fólk var í býnum í Havn í gjárkvøldið og nátt, men sum heild hevði løgreglan eina rímiliga friðarliga nátt.
Ein persónur slapp tó ikki undan av sova rúsin av sær í brummuni, og viðkomandi sleppur heldur ikki undan at rinda eina bót fyri brot á skilhaldsreglur.
- Talan var um eina hending í Klubbagarðinum seint í nátt, har ein persónur uppførdi seg harðliga, rópandi og skríggjandi, sum vaktleiðarin tók til í morgun.
Í tveimum øðrum førum eydnaðist tað løgregluni at fáa fólk, sum vóru avdottin úti, á føtur aftur, soleiðis at tey sjálvi kundi halda leiðina fram.
Onnur hendingin var við Bursatanga klokkan 02.30 í nátt.
- Her var ein persónur avdottin, men kom so mikið fyri seg aftur, tá tosað varð við hann, at hann reistist á føtur og fór til gongu.
Vaktleiðarin sigur, at stutt eftir hendingina við Bursatanga, var ein líknandi hending í Klubbagarðinum, har ein persónur eisini var avdottin.
- Hesin persónurin vaknaði eisini so mikið, at hann segði, at hann fekk konuna at koma eftir sær, sigur løgreglan.