Vit vita øll, at stórt sæð allar dagligdagsvørur eru hækkaðar rættiliga nógv í prísi hetta árið. Oljan er blivin nógv dýrari og rentan er hækkandi. Avleiðingin er, at budgettið hjá nógvum familjum heldur ikki og ger hetta gerandisdagin tyngri. Nógvar familjur blíva sperdar fíggjarliga.
Nógvar av hesum familjunum hava ynskir og ætlanir um egnan bústað, men hava ikki ráð, tí byggikostnaðurin til sethús er sera nógv hækkaður.
Fólkaflokkurin metir tað vera umráðandi og alneyðugt at hjálpa hesum, sum vilja byggja sær bústað. Tað er ein stórur dreymur hjá nógvum at seta føtur undir egið borð.
Vit í fólkaflokkinum ynskja at hjálpa hesum við at gera dreymin til veruleika. Tað vilja vit gera við at avtaka mvg av øllum byggikostnaði til sethús. Hetta vildi verið ein stór hjálp.
Framtíðin hjá teimum, sum vilja seta føtur undir egið borð skal gerast bjartari. Tað er eyðsæð, at hjálp er neyðug og hana er fólkaflokkurin til reiðar at veita.
X við fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.