Russar leypa á Kyiv við dronum í nátt

Sambært Reuters siga eygnavitni seg hava hoyrt fleiri spreingingar, og tað ljóðar, sum loftverjan er í gongd

Í nátt veit Reuters at siga, at russar leypa á Kyiv við dronum.

 

Tað siga ukrainskir myndugleikar sambært tíðindastovuni.

- Ukrainska loftverjan er í gongd, og borgarstjórin í Kyiv heitir á fólk um at fara í bumbuskýlini.

 

Sambært Reuters siga eygnavitni seg hava hoyrt fleiri spreingingar, og tað ljóðar, sum loftverjan er í gongd.