Gordon Banks gjørdi tað í 1970. Peter Schmeichel í 1996. Í gjár átti turkiski málverjin, Mert Günok, eisini eina bjarging í heimsflokki eftir stútara tætt undir málinum. Hetta var í 94. minutti og bjargingin var avgerandi fyri, at Turkaland vann 2-1 og skal spæla móti Hollandi í fjórðingsfinaluni.
Eysturríki hevur verið eitt fríkst íkast til eitt annars elendigt EM-endaspæl í Týsklandi, har størsti dysturin hevur verið at halda seg vaknan. Serliga tey stóru londini hava verið eitt vónbrot, meðan Eysturríki saman við eitt nú Turkalandi, Rumenia og enntá Georgia hava undirhildið higartil.
Eysturríkar vóru favorittar at knúgva mannsterku turkunum í Tysklandi, men longu eftir ein minutt stútaði Merih Demiral eitt horna frá Arda Güler í málið. Síðani trýsti Eysturríki, men tá ein tími var spældur skoraði Merih Demiral aftur eftir hornaspark frá Real Madrid spælaranum, Arda Güler.
Inn skifti Michael Gregoritsch minkaði um munin og nú kringsetti eysturríkar turkiska málið. Størsti møguleikin kom í 94. minutti, tá Christoph Baumgartner stútaði úr fáum metrum, men Mert Günok bjargaði meistarliga.
Bjargingin minti nógv um kendu bjargingarnar hjá Gordon Banks og Peter Schmeichel. Gordon Banks bjargaði til HM-endaspælið í 1970 meistarliga frá Pelé, tá Ongland og Brasil spældu. Tann bjargingin verður mangan mett sum tann besta nakrantíð.
Í 1996 endurtók Peter Schemichel bragdi í einum Champions League dysti móti Rapid Vienna í 1996. Óiva verður bjargingin hjá Mert Günok flokka í sama flokki, men málverjin hjá Beşiktaş er ikki líka kendur sum hinir.
##med2##
##med3##
Eysturríki – Turkaland 1-2 (0-1)
0-1 Merih Demiral, 1
0-2 Merih Demiral, 59
1-2 Michael Gregoritsch, 66
Eysturríki: Pentz; Posch, Danso, Lienhart (Wöber 64), Mwene (Prass 46); Seiwald, Sabitzer; Laimer (Grillitsch 64), Baumgartner, Schmid (Gregoritsch 46); Arnautović
Turkaland: Mert Günok; Mert Müldür, Abdülkerim Bardakcı, Merih Demiral, Ferdi Kadıoğlu; İsmail Yüksek (Salih Özcan 58), Kaan Ayhan; Barış Alper Yılmaz, Orkun Kökçü (İrfan Can Kahveci 83), Kenan Yıldız (Kerem Aktürkoğlu 78); Arda Güler (Okay Yokuşlu 78)