Eftir eitt landsumfatandi samanbrot leygardagin skal gjaldsfelagið Nets greiða frá tilbúgvingarætlanunum hjá felagnum og sjálvu samanbrotinum.
Tað upplýsir Danska vinnumálaráðið fyri Ritzau í dag í skrivligari viðmerking.
- Vinnumálaráðið hevur biðið danska Fíggjareftirlitið um eina frágreiðing frá Nets um samanbrotið leygardagin og um tilbúgvingarætlanir hjá Nets fyri slíkar hendingar, upplýsir ráðið, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar.
Samanbrotið, sum vardi umleið tríggjar tímar til klokkan 21 leygardagin, elvdi til, at kortgjaldingar vórðu avvístar.
Trupulleikarnir raktu vinnufyritøkur og einstaklingar í Føroyum, Danmark, Noregi og Svøríki umframt "einstaklingar" uttanlands, upplýsti Nets sunnudagin.
Nets veit ikki enn, hvat orsøkin var til samanbrotið.
Men gjaldsfelagið víst í gjár aftur, at tað varð útloyst av "illviljaðari ávirkan uttanífrá".
Nets hevur boðað frá, at felagið fer at greiða frá, hvørji tiltøk kunnu vera neyðug fyri at styrkja skipanina í líknandi støðum.
Í Danmark fekk samanbrotið avleiðingar fyri Tivoli í Keypmannahavn, Grøn Koncertfestivalin og gjaldsbásarnar við Storebæltsbroen.
Hetta hevði við sær langar bíðirøðir við brúnna, har nógvir bilførarar høvdu trupulleikar við at gjalda.
Sund & Bælt upplýsti í gjár, at gjaldsbásurin ikki var stongdur nakrantíð, men at bíðitíðin í miðal lá um 30 minuttir.
Sambært felagnum vóru kundar við Brobizz ella nummarplátugjaldi ikki beinleiðis ávirkaðir av streymslitinum.
Storebæltsbroen fer at hyggja at síni neyðhjálpargongd at vita, um aðrir møguleikar eru at handfara eina líknandi støðu betur.
Samstundis krevur Sund & Bælt eina virkisætlan frá Nets fyri, hvussu felagið skal tryggja eina skjóta og neyva støðu, um eitt sambrot hendir í framtíðini.
/Ritzau/