Ein koyrdi ov skjótt í Norðoyatunlinum

- Hesin bilførarin fær klipp í koyrikortið og eina bót, veit løgreglan at siga í morgun.

Gjáramorgunin, tá fólk vóru á veg til arbeiðis og í ein góðan tíma tilsamans gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum.

 

Eftir øllum at døma hevur ferðslan í hesum tíðarskeiði í stóran mun gingið sambært ferðslureglunum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at í kanningunum varð bara ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

 

- Hesin varð máldur at koyra 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman.

 

Løgreglan sigur, at hesin bilførarin fær klipp í koyrikortið, og haraftrat fær hann eina bót.