Barsil skal fylgja barninum!

Fyrradagin var eg boðin til eitt hugnaligt kaffiprát við fleiri tvíburðamammum og einum pápa, sum ynsktu at greiða frá núverandi barsilsskipan, sum als ikki er nøktandi, tá man fær tví- ella tríburðar. Tey vístu á, at sum nú er, so fær ein 4 vikur eyka, sum tær halda er órættvíst fyri børnini. 4 vikur eyka til 2 børn, tað halda vit í Javnaðarflokkinum ikki vera nøktandi, og okkara uppskot er :

 

1 barn = 1 barnsburðafarloyvi

 

2 børn = 2 barnsburðafarloyvir

 

 

 

Gransking vísir, at ØLL børn, eisini tví- og tríburðar hava tørv á nærveru ta fyrstu tíðina, og hesar mammur vísti nevniliga á trupuleikan, at eitt einsamalt foreldur ikki kann geva børnunum ta nøktandi nærveruna, sum øll børn hava rættin til.

 

Tær føldu tað sum, at tær manglaðu eyka hendur dagliga og at dagurin snøgt sagt, snúði seg um at koma heilur ígjøgnum. Og hetta kann ikki vera rætt!

 

Sum tvíburðamamma sjálv, dugi eg væl at seta meg inn í støðuna hjá hesum mammum og kann fylgja teimum 100%. Tá eg átti, var eg so heppin, at bæði mamma mín og vermamma mín hvør sær tóku sær 2 vikur frí fyri at hjálpa mær heima, so eg fekk samlað meg um børnini. Og hóast tað, so saknaði eg, at maðurin kundi deila hesa tíðina saman við mær, og at børnini kundu fáa tað sama, sum børnini eg hevði frammanundan høvdu fingið; nevniliga nærveru. Og ikki, at eg mátti velja til og frá, alt í mun til hvør hevði størsta tørvin á nærveru. Eitt nú um tær báðar grótu, so megnaði eg ikki at troysta tær báðar samstundis, eins og man megnar, tá man hevur eitt barn. So eg føldi veruliga, at eg manglaði tvær eyka hendur, tá eg var heima í barsilsfarloyvi við mínum tvíburðum.

 

Sambært Hagstovu Føroya eru 782 tvíburðar føddir síðan 1985. Og um ein tekur miðaltalið, so verða áleið 10 pør fødd árliga. So sigast kann ikki, at hetta eru serliga nógv børn tað snýr seg um.

 

Tí gleðir tað meg, at um vit í Javnaðarflokkinum sleppa framat, so fara vit at broyta hesa skipan. Barsil skal fylgja barninum, og tað merkir, at fær ein tví- ella tríburðar, so fáa hesi foreldur 1 barsil fyri hvørt barn, sum merkir, at bæði mamman og pápin fáa møguleikan at vera heima. Og tað allar týdningarmiklasta, børnini fáa ta nærveru tey hava brúk fyri.

 

 

 

Set X á meg 8 dec

 

Birita Baldvinsdóttir Iversen,

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum