Basalt úr Sandoynni til vakrastu perlur í Havn

- Eg eri eitt av valevnunum hjá Tjóðveldi, og eg bjóði meg fram, tí eg ynski at gera mun á tjóðskaparleiðini.

 

Sandoyggin stendur yvirfyri einari kollvelting, nú tunnilin undir Skopunarfirði letur upp um eitt ár, og koyrandi verður av trappuni hjá okkum her á Sandi og heim á flottu undirhaldstrappuna í Vágsbotni.

 

Henda perla í hjartanum í Havn hevur sín uppruna í Høvdarhaga í Skopun, haðani basaltið, vit eiga í okkara undirgrund, er tikið. Betri gróttilfar til slíkt arbeiði finst ikki, siga tey, sum arbeiða við føroyska tilfeinginum.

 

Ráðhúsbygningurin hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum, sum upprunaliga er Gamli Kommunuskúlin, bygdur í 1894, er í sínari tíð bygdur úr sama gróttilfari – og enntá úr somu basaltflág, sum undirhaldstrappan í Vágsbotni.

 

Mær er sagt, at henda basaltflá sæst í Mykinesi, Skopun, Kirkjubø og so aftur Yviri við Strond í Havn, haðani gróttilfarið til Gamla Kommunuskúla varð tikið. Stórir klettar vórðu tá sendir til Bretlands til skeringar og heim aftur til Føroya til laðingar.

 

Tá var einki grótvirki í Skopun, sum kundi skera steinarnar til hesa bygging.

 

Nú Tórshavnar kommuna arbeiðir við at byggja eina nýggja og tilgjørda Havnará undir Tinghúsinum og nakað oman um minnissteinin eftir hugsjónarmannin, Rasmus Effersøe, verður hetta eisini eitt verk, sum Føroya Grótvirkið í Skopun kemur at eiga sín stóra lut í.

 

Tað mesta av tí arbeiði, sum her kemur at síggjast, tá verkætlanin er liðug, verður enn einaferð úr føroyskum basalti – sprongt, skorið og tillagað á virkinum í Skopun.

 

Byggifelagið, sum stendur fyri hesari verkætlan í miðbýnum í Havn, hevur eisini sínar røtur í Sandoynni, og veitingin hjá Føroya Grótvirki til verkætlanina við nýggju Havnará verður umleið 1000 fermetrar av grótflísum.

 

Lítið er at ivast í, at eisini henda verkætlan verður ein perla í høvuðsstaðnum, sum vit, tá Sandoyartunnilin letur upp um eitt ár, fara at hava somu atgongd til, sum øll onnur í Føroyum, sum hava koyriveg til Havnar.

 

##med2##

 

Samstundis, sum vit her í Sandoynni nú fáa eina sera høgliga farleið til stóran part av Føroyum - ja, heilt úr Sandoynni til Viðareiðis, har eg og míni nú eisini hava okkara regluligu gongd, fer tunnilin so sanniliga eisini at lætta um hjá øllum teimum mongu, sum dagliga ferðast um Skopunarfjørð til arbeiðis, skúla og til ørindi í høvuðsstaðnum annars.

 

Líka so skjótt, sum tað verður hjá okkum at ferðast inn í miðbýin í Havn ella aðrastaðni kring landið, verður tað hjá øllum føroyingum at vitja okkara vøkru oyggj, og her skulu øll vera hjartaliga vælkomin.

 

Nú nýggja Havnará verður bygd, er minnissteinurin yvir Rasmus Effersøe tikin niður eina stund, men maðurin, sum eisini var við á søguliga jólafundinum í 1888, fer at reisa seg aftur, tá verkætlanin er liðug.

 

Rasmus Effersøe hevði eitt nú stóran áhuga fyri føroyskum máli og mentan.

 

Um nakrar dagar hava vit fólkatingsval. Eg eri eitt av valevnunum hjá Tjóðveldi, og eg bjóði meg fram, tí eg ynski at gera mun á tjóðskaparleiðini. Eins og Rasmus Effersøe fer at reisa seg aftur á Tinghúsvøllinum, er tað mítt hjartans ynski, at tjóðskaparneistin og viljin til sjálvbjargni fer at síggjast aftur á fólkatingsvalinum hesaferð.

 

Um veljarin vísir mær álit, verður tað mín uppgáva at fáa danir at skilja og góðtaka, at allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, sjálvsagt skulu takast her heima. Alt annað er í mínum tjóðskaparhjarta púrasta burturvið. Sjálvsagt skulu allar avgerðir, sum hava vit okkum her í Føroyum at gera, eisini takast her heima.

 

Alt annað er tvætl.

 

Uppgávan verður at fara til Danmarkar at flyta allar avgerðir, sum hava við okkara land at gera, heim til Føroya, og býðst mær hetta høvi á fólkatingsvalinum, fari eg hvønn dag at arbeiða fyri føroyingar og Føroyar.

 

##med3##

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi

 

Fyritøkur, sum hava røtur í Sandoynni, byggja perlur í Havn - við tilfari úr føroysku undirgrundini.

Føroyska tilfeingið er gott, bæði í undirgrundini, havinum - og ikki minst í fólkinum.