Bilasølan lækkaði eisini í mars mánaði

Tilsamans átta prosent færri bilar vórðu seldir í mars í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør

Tilsamans er skrásettir 429 bilar ársins fyrstu tríggjar mánaðir í ár. Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp, nú fyrsti ársfjórðingur er farin aftur um bak.

Tað eru sum altíð persónbilarnir, sum fylla mest í hagtølunum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 320 persónbilar í mun til 352 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein lækking upp á 9 prosent.

Í mars mánaði eru seldir 216 persónbilar í mun til 228 sama mánað í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 12 bilar ella upp á 5,3 prosent.

Meira sæst í talvuni niðanfyri:

##med2##