Bindandi psykiatriætlan nú!

Lítið nyttar at halda fram við at tosa um alt tað fína og flotta, vit eiga at gera fyri at betra um umstøðurnar á psykiatriska økinum. Lítið nyttar at seta arbeiðsbólkar av serfrøðingum at gera tilmæli, álit og frágreiðingar, um hesi einans verða koyrd í eina skuffu.

 

 

 

Á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktobur í 2018 bleiv ein stór heildarætlan latin táverandi landsstýrisfólki í heilsumálum. Heildarætlanin gav politisku skipanini 39 ítøkilig tilmæli til, hvussu psykiatriska økið kann betrast, styrkjast og útbýggjast. Í arbeiðsbólkinum vóru fakfólk úr øllum geirum við. Psykiatriska depilin, Almannaverkið, Sernám, Kommunufelagið, Gigni, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Kommunulæknafelag Føroya, Sinnisbati og úr avvarðandi aðalráðum: Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið. Sjáldan er sæð eitt so væl frágingið og ítøkilig úrslit, og sjáldan er ein so stórur arbeiðsbólkur settur at gera eina slíka heildarætlan, sum bólkurin samlaður stendur saman um. Hóast tað, er alt ov lítið hent á økinum hesi fýra árini.

 

 

 

Sumt er sett í verk, men um vit hyggja at teimum 39 tilmælunum, er langt á mál. Tí mugu vit áhaldandi halda politisku skipanina upp uppá at fáa hesi tilmælini sett í verk og raðfesta hetta arbeiðið. Ongantíð ov skjott. Vit skulu halda uppat við at gera tilmæli, frágreiðingar og álit, men heldur fáa eina bindandi psykiatriætlan, sum alt fyri eitt binda politiski skipanina upp á, NÆR hesi tilmælini skulu verða sett í verk. Frá álitunum og tilmælunum, sum eru gjørd seinastu nógvu árini, vita vit, hvat skal til og hvat skal gerast.

 

 

 

Ein binandi psykiatriætlan má til, um vit vilja hava veruligar raðfestingar og ikki einans lappaloysnir og pjøssing.

 

 

 

Eg sigi 10 ár - tá skal fjølbroytta psykiatriska økið verða raðfest so munandi, at vit aftur kunnu hyggja okkum sjálvi í speglinum sum land og í verki vísa, at vit meintu tað!

 

 

 

Laura Apol,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið