Bjarni og Allan vunnu á Jóhannes í fjórðingsfinaluni

Stjarnan mátti leggja rygg til stórtap í fyrstu fjórðingsfinaluni

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vóru greitt tað betra liði í 1. fjórðingsfinaluni - og føroyingauppgerðini - móti Jóhannes Bjørgvin og liðfeløgunum í Stjörnuni.

 

Á heimavøllinum hjá Vali á Hlíðarenda í Reykjavík móti Stjarnan leggja rygg til 21-30 stórtap. Stjarnan var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Valur bert á odda 14-12. Í seinna hálvleiki var Valur greitt omaná.

 

Bjarni skoraði fýra mál, og Allan skoraði trý mál fyri Val. Jóhannes skoraði tvey mál fyri Stjörnuna. 

 

2. finalan verður leikt í Garðabær komandi týskvøld klokkan 20. Vinnur Valur eru teir klárir til hálvfinalurnar. Vinnur Stjarnan verður 3. og avgerandi fjórðingsfinalan leikt í høllini á Hlíðarenda.