Bjarti hevur kríggjast í Ukraina

– Eg havi dripið og eri sjálvur særdur – men á ein ella annan hátt er tað bara eitt slag av gerandisdegi, sigur føroyskur hermaður, sum í tvey ár eru verið á vígvøllinum í Ukraina.

 

– Eg eri bara ein hermaður. Eg havi ongar strípur á herðunum ella renni runt sum ein superhetja. Eg eri faktiskt heilt vanligur.

 

 

– Ofta eri eg ørkymlaður, bangin og irriteraður, men eg havi kortini verið í Ukraina í tvey ár, sigur Bjarti G. Olsen úr Haldórsvík í samørðu við Sosialin hesaferð.

 

 

Í tvey ár hevur haldórsvíkingurin Bjarti Grunnveit Olsen kempað fyri Ukraina saman við ukrainska herinum. Har hevur hann sæð og upplivað meira enn tey flestu. Nú gevur hann eina bók út. Bókin, sum er á donskum, kallast SOLDAT, og tað verður ein brutal, rá og ærlig forteljing um tíðina á frontinum, har hann saman við ukrainska 

herinum hevur kempað móti russiska herinum.

 

##med2##

 

27 ára gamli Bjarti Grunnveit Olsen er ikki í Ukraina í løtuni, men heima í Haldórsvík. Spurdur um hann ætlar sær aftur til Ukraina, svarar hann:

– Nú havi eg tikið eina langa feriu. Eg havi ongar ítøkiligar ætlanir um at fara aftur á frontin enn. Nú havi eg verið í tvey ár. Men eg veit ikki, hvussu verður um eina tíð. Um eg ikki fari aftur, so hugsi eg at hjálpa til upp á onkran annan máta. Alt er so ósikkurt í løtuni, sigur hann. 

Lesið samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo

 

##med2##

##med3##