First Stop dekksølan hjá Fríðriki Bláhamar í Havn er tann mest fjarskotna dekksølan í ketuni First Stop í kongaríkinum. Og tað fór ikki aftur við borðinum í bransjublaðnum hjá donskum dekkseljarum, at fyritøkan í Havn hevur rundað hálvu øldina fyrr í ár.
Tað var tann 19. januar í 1974, at Sámal Bláhamar byrjaði dekksølu og dekkverkstað á neystaloftinum hjá pápanum í Vestmanna.
Fríðrikur Bláhamar greiðir frá í blaðnum, hvussu pápin byrjaði virksemið í Vestmanna fyri hálvari øld síðani. Eftir nakrar mánaðir í Vestmanna flutti Sámal Bláhamar dekksøluna til Havnar – tá undir navnium Super Dekk Service.
##med2##
– Pápi mín var upprunaliga útbúgving bilmekanikari og var í tríggjar mánaðir í vulkaniseringslæru hjá Henry Lucasen & Søn í Odense, tað var í 1977, greiðir Fríðrikur Bláhamar frá í danska dekktíðarritinum.
– Í 1979 flytur felagið í núverandi høli við Hoyvíksvegin í Havn, og í 1995 yvirtók eg sum elsti sonur felagið, greiðir hann frá.
##med3##
– Síðani 2006 hevur felagið verið partur av First Stop-ketuni, og vit eru í dag fimm starvsfólk, har triðja ættarlið er ein stórur partur av felagnum – og vit síggja ljóst upp á framtíðina, sigur Fríðrikur Bláhamar.
##med4##
##med5##