Fýra partrolarapør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Eitt par er á gulllaksaveiði, og ein trolari fiskar við lemmum.
- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, og ein er farin á Ryggin at royna eftir toski.
- Trolarin, sum fiskar svartkalva, landar møguliga síðst í hesi vikuni, og hin landar neyvan fyrr enn í næstu viku.
Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi, og ein liggur við bryggju.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir trolbátar eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi fer onkur aftrat út í næstum.
- Væntandi koma allir trolbátarnir, sum eru úti, inn at landa síðst í hesi vikuni. Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski.
Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Annað skipið svartkalva, hitt fiskar havtasku.
- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.