Tá løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu við SAS flogfarinum úr Keypmannahavn í gjár, var ein ferðamaður, sum ikki hevði neyðugu pappírini fyri at sleppa inn í landið. Hann var tí snøgt sagt vendur í hurðini og sendur avstað aftur við sama flogfari.
Tað er soleiðis, at fólk, sum eru úr londum uttan fyri Schengen, skulu hava serligt visum at koma til Føroyar. Føroyar eru ikki fullur limur í Schengen, tí er tað ikki nóg mikið at hava visum til ES, um tú ætlar tær til Føroyar, sjálvt um tað er nóg mikið fyri at koma til Danmarkar. Tí krevst í hesum føri visum frá fólkum úr londum uttan fyri Schengen at koma úr Danmark til Føroya.
Vaktleiðarin sigur, at tey renna seg í hesar trupulleikar av og á. Eisini fólk sum koma úr eitt nú Edenburg ella úr París, tí har vita tey ikki nógv væl um serligu visumreglarnar fyri at koma til Føroya.
Men tá støðan er soleiðis, so er einki annað at gera, enn at senda fólk av aftur landinum. Og í hesum førinum í gjár var pláss umborð á flogfarinum, sum hann kom við, so hann varð bara sendur umborðaftur.l