Eysturkommuna hevur havt forkunnuga vitjan í býráðshúsunum í Norðragøtu í dag.
- Børn úr dagstovninum Brúsa í Leirvík hava í morgun verið og handað borgarstjóranum eina undirskrivaða áheitan um ein lítlan sparkivøll.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, tók ímóti og takkaði børnunum fyri skrivið og undirskriftirnar.
Borgarstjórin segði, at hann skuldi fara at vita, um tað ikki man fara at bera til at fáa ein lítlan vøll inni í garðinum.
Við hesum orðum hevur borgarstjórin í Eysturkommunu "næstan" lovað børnunum í dagstovninum Brúsa ein lítlan sparkivøll.
##med2##