EM: Sveis bjargaði fjórðingsfinaluplássinum í evstu løtu

Finnland var fáar minuttir frá einari søguligari EM-fjórðingsfinalu

Mynd: Ritzau Scanpix

Seinastu dystirnir í innleiðandi bólki A í EM í fótbólti hjá kvinnum vóru leiktir í kvøld.

 

Tað eydnaðist við neyð og deyð sveisisku vertunum at vinna seg til fjórðingsfinalurnar við 1-1 javnleiki móti Finnlandi. 

 

Tá 79 minuttir vóru leiktir á leikvøllinum í Genéve legði Natalia Kuikka Finnland á odda við einum brotssparki. Heilt móti dystarenda javnaði Riola Xhemaili til 1-1, og so kundi heimafjøldin fegnast um fjórðingsfinaluplássið. Fyri tær finsku var talan um ein brostnan dreym, men tær hava avrikað væl undir EM-endaspælinum. 

 

Noreg og Ísland kundu spæla uttan nervar á Stockhorn leikvøllinum í Thun. Noreg var víðari til fjórðingsfinalarnur, og Ísland var longu útsligið. Helst tí endaði tað við einum málríkum dysti, ið Noreg vann 4-3.

 

Noreg vann bólkin við níggju stigum. Sveis og Finnland endaðu á fýra stigum hvør, men Sveis hevur betri málmun. Ísland endaði aftast við ongum stigi. 

 

Noreg-Ísland 4-3 (2-1)

0-1 Sveindís Jane Jónsdóttir ('6 )

1-1 Signe Gaupset ('15 )

2-1 Signe Gaupset ('26 )

3-1 Frida Maanum ('49 )

4-1 Frida Maanum ('77 )

4-2 Hlín Eiríksdóttir ('85 )

4-3 Glódís Perla Viggósdóttir, br. ('95 )

 

Finnland-Sveis 1-1 (0-0)

1-0 Natalia Kuikka, br. ('79 )

1-1 Riola Xhemaili ('90 )

 

Í annaðkvøld vera seinastu dystirnir leiktir í innleiðandi bólki B. Spania møtir Italia, og Portugal møtir Belgia. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.

 

Spania hevur seks stig, Italia hevur fýra stig, og Portugal hevur eitt stig. Belgia hevur einki stig. Portugal má vinna á Belgia við nøkrum málum, og hevur samstundis brúk fyri, at Spania vinnur á Italia við nøkrum málum. Málúrtøkan hjá Italia er pluss eitt, meðan tann hjá Portugal er minus fimm. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix