Tað eru helst fáar kommunur í Føroyum, sum hava sæð slíkan fólkavøkstur seinnu árini, sum tey í Nes kommunu hava gjørt.
Her eru bygd fleiri støk sethús kring um í kommununi, og fleiri íbúðir og randarhús eru bygd.
Høganesvegur er longdur inneftir, og her eru nýggj sethús bygd í niðara borði og íbúðarhús í ovara borði.
Enn einaferð verður Høganesvegur longdur inneftir - hesaferð við 180 metrum.
- Avgrevsturin er gjørdur av umleið helminginum, siga tey í Nes kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at ætlanin er at fáa sjey nýggj sethúsagrundøki niðanfyri vegin og eitt øki til íbúðarbygging á umleið 4000 fermetrar oman fyri vegin.
Tað er entreprenørfelagið Falkon, sum ger arbeiðið, og tað er Landsbyggifelagið, sum hevur eftirlitið fyri Nes kommunu í hesi verkætlan.
##med2##