Brandur skoraði í týðandi útisigri hjá Fredrikstad

Fredrikstad hevur mangan havt tað torført á útivølli móti Ranheim, men í dag eydnaðist tað Fredrikstad at fáa trý stig við sær

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad spældi í dag á útivølli móti Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad hevur ring hagtøl á vøllinum hjá Ranheim, men í dag eydnaðist Fredrikstad at vinna týdningarmiklan 2-1 sigur.

 

Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin fyri Fredrikstad, meðan Brandur H. Olsen var skiftur út tá 67 minuttir vóru leiktir.

 

Stutt áðrenn Brandur fór av vøllinum legði hann Fredrikstad á odda 1-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Sondre Sørløkk. Sami Sondre Sørløkk økti til 2-0 tá 71 minuttir vóru leiktir.

 

Í 78. minutti eydnaðist tað heimaliðnum at minka um munin til 1-2, men eftir tað megnaðu mennirnir hjá Mikkjali at halda tætt.

 

Fredrikstad er fremst í deildini við 51 stigum. Nummar tvey er Kongsvinger við 43 stigum og nummar trý er KFUM Oslo við 41 stigum. Oslo hevur tó spælt ein dyst færri enn Kongsvinger og Fredrikstad.

 

Fredrikstad hevur seks dystir eftir at spæla og hevur lagnuna í egnum hondum.

 

Sunnudagin 1. oktober tekur Fredrikstad móti Raufoss á heimavølli. 

 

Undan dystinum móti Ranheim fekk Mikkjal frá Fredrikstad Blad tey ljótu hagtølini hjá Fredrikstad á vøllinum hjá Ranheim. Tað fingu Mikkjal, Brandur, Jóannes og hinir hjá Fredrikstad vent í dag.

 

##med2##

 

 

 

Mikkjal Thomassen við hagtølunum hjá Fredrikstad móti Ranheim á útivølli (Mynd: Fredrikstad Blad)