Seinnapartin mikudagin var løgreglan í Steinatúni í Havn, har almennu wc'ini eru.
- Vit fingu eina fráboðan um, at her hevði onkur framt herverk, og at nakrar hurðar vóru brotnar.
Vaktleiðarin segði í morgun, at ein persónur er skuldsettur fyri at hava framt herverkini.
- Herverksmálið á almennu wc-unum í Steinatúni gongur nú sína gongd, legði vaktleiðarin aftrat.