Fara at nokta russarum at koma í føroyskan sjógv

Landsstýrið fer at banna ávísum reiðaríum at koma í føroyskan sjógv

Melkart 5 á beding í Havn. ES og Noreg misteinkja reiðaríið at reka hernaðarligt virksemi

Tað varð greitt eftir landsstýrisfund í gjár. Tá samdist landsstýrið um, at eitt uppskot skal leggjast fyri tingið, sum loyvir landsstýrinum at seta somu tiltøk í verk í móti ávísum russiskum reiðaríum, sum Noreg ES hava sett í verk.

Ítøkiliga fer tað merkja, at skip sum nógv umrøddi trolarin Melkart 2 verður vístur úr føroyskum sjógvi. Melkart 2 er undir illgruna fyri at hava skatt telekaðalar millum Noreg og Svalbard.

Tað er altso bara um Løgtingið samtykkir uppskotið, at skip sum Melkart 2 kunnu vísast úr føroyskum sjógvi. Tað hevur ikki gingið væl hjá samgonguni at standa saman í málinum um fiskiveiðisastarvið við Russland, har løgmaður viðgongur, at hann hevur tapt stríðið.

Tað er ikki meiriluti í Løgtinginum at steðga samstarvinum við Russland.

– Tann støðan er mær vitandi óbroytt. Men fara at taka tað upp til nýggja viðgerð eftir ólavsøku, segði løgmaður við Sosialin í síðstu viku. Tá segð hann eisini, at júst hetta málið við at seta tiltøk í verk ímótireiðaríum, sum eru undir illgruna at reka hernaðarligt virkesemi, hevði skund, og tí verður tað lagt fyri tingið nú eftir ólavsøku.

– Vit hava higartil fylgt pakkunum hjá ES, men í hesum før snýr pakkin seg ikki beinleiðis um kríggið í Ukraina, men meira um virksemið, sum Russland hevur aðrastaðni og at sanktionera russisk reiðarí, sum ES heldur eru við til at fremja hernaðarligt virksemi fyri russisku stjórina, segði løgmaður við Sosialin.

 

 

Melkart 5 á beding í Havn. ES og Noreg misteinkja reiðaríið at reka hernaðarligt virksemi