Brugda á Vágsfirði í morgun

Ofta sæst ryggfjøðurin og endin av stertinum, soleiðis sum viðhefta video-brot eisini vísir

Upptøkuna gjørdi Sára Midjord

Vit hava fingið sendandi eitt video-brot av einari brugdu, sum svimur innarlaga á Vágsfirði í morgun. At síggja til, er hetta ein stór brugda, sum liggur og damlar aftur og fram inni á vágni.

 

Sambært www.snar.fo er brugda vanliga millum seks og tíggju metrar long. Hon verður tó í mesta lagi 12 metrar, kanska 15.  

 

Brugda er størsti fiskur í føroyskum sjógvi og heimsins næst størsti fiskur. Størsti fiskurin í havinum er hvalhávur.

 

Snar veit at siga, at brugda bæði er botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hon heldur til úr vatnskorpuni og niður á 600 metra dýpi.

 

Brugda er grábrún og svørt á bakinum og ljósari undir búkinum. Hon hevur ljósar blettir undir øsinum og undir búkinum.

 

##med2##

 

Hon hevur stóran kjaft og smáar tenn og livir av æti. Brugda sæst ofta í vatnskorpuni um summarið. Tá sæst gjarna ryggfjøðurin og endin av stertinum, soleiðis sum viðhefta video-brot eisini vísir.

 

Brugda hevur stóra livur við nógvum lýsi. Hon hevur tí eisini verið nógv veidd.

 

 

 

 

 

 

 

Upptøkuna gjørdi Sára Midjord

Upptøkuna gjørdi Sára Midjord

Upptøkuna gjørdi Sára Midjord