Hillerød tapti men er framvegis greitt oddalið

Liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen mátti lúta á útivølli í dag

Daniel Johansen spældi allan dystin, og Adrian R. Justinussen spældi fyrra hálvleik, og var skiftur út í steðginum, tá Hillerød spældi dyst á útivølli móti B93 í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

B93 vann dystin 1-0 við einum sigursmáli teir skutu fáar minuttir undan dystarloki.

 

Hillerød er tó framvegis greitt oddalið í niðara endaspælinum. Hillerød hevur 39 stig, meðan B93 og Hobro hava 31 stig hvør. Seks dystir eru eftir at spæla, so møguleikin, at Daniel, Adrian og liðfelagarnir vinna niðara endaspælið eru góðir.

 

Páskadag klokkan 13.30 spælir Hillerød dyst á heimavølli móti botnliðnum, Roskilde.