Butiksdød og annað

Eg havi hug at fara eitt sindur víðari og hugleiða um Argir og um ta menning og ‘avmenning’, vit hava verið vitni til.

 

Orsøkin til, at eg hugleiði um hetta er, at eg havi fingið eina fatan av, at tit sakna eitthvørt, at tykkum er lovað, uttan at tað verður framt og at tit fullu eitt sindur uttanfyri í samanleggingini við Tórshavnar kommunu.

 

At tit onkursvegna eru í einum sokallað kultursjokki millum gamla økið og kendu fólkini og ta býarmentan, tilflytan og annað, sum í størri mun er komið omanyvir tykkum – enn í øðrum bygdum, tí bæði samanleggingin og stutta frástøðan til Tórshavnar kommunu, legði upp til og loyvdi hesum.

 

Tit mistu møguliga eitt sindur fótafestið. 

 

Nú hugsi eg kanska meira um tað sum var, samstundis sum eg stuðli tí nýggja, sum er og kemur.

 

Ikki tí eg varnist mótstøðu á hesum økjum – meira eina ørkymlan um gongdina.

 

At tað slagið av ‘butiksdød’ – sum tað verður tosað um í Danmark, eisini er ein veruleiki í Føroyum og á Argjum, gjørdi ‘avmenningina’, fyri gamla argjamannin, helst eitt sindur meira møtimikla.

 

Og nú eru vit ikki inni á politikki, men marknaðarkreftum, sum hava tað við at forføra, - ja, í tráðanini eftir at selja blíva vit skjótt offur fyri marknaðarkreftum og varnast ikki, fyrr enn ov seint er – at tað bleiv nakað tómligt, at vit fingu ikki so nógv afturfyri og at tað ikki var nýtsla og ovurnýtsla, sum skapti trivnaðin.

 

Eg meini, at tá vit vildu hava eini tjúgu sløg av shampoo at velja ímillum, tá bleiv tað nakað trongligt ‘hjá Kirti’, sum annars veitti eina sera góða tænastu, við at koyra vørurnar til dyrnar hjá fólki.

 

Og tá vit eisini vildu hava fastfood og heitar pylsur, ja, tá bleiv heldur trongligt hjá kiosk-Óla og hjá Sørensen og Richard Mortensen stóð eisini deyðin í durunum, tá vit ivaleyst skuldu hava størri úrval, og harafturat helst koyra inn í forrætningarnar.

 

Ja, í Miklagarði og SMS frøddust tey um at kunna økja um vøruúrvalið, nú íslendingar komu við pengunum, hóast eg spyrji meg sjálva, tá eg keypi í Miklagarði, hvør ið man keypa tey nítifimm procentini av vørum, sum eg sjálv ikki hyggi eftir.

 

Jú, nógv er løgið og ein skilur ikki heilt marknaðarkreftirnar, rakstur ella yvirskot. Kanska skiltu tey tað ikki sjálvi, tá íslendingar máttu taka um endan. (síðuspor, haldið mær til góðar.)

 

Nei, hetta er ikki politikkur, men útboð og eftirspurningur, sum hevur tað við at økjast og økjast, uttan at vit varnast, at vit samstundis missa so nógv av tí gamla, eitt nú, at koma hvørjum øðrum við, um tað so er í handlunum, í kioskini ella í bankanum.

 

Tíbetur er fótbóltur, rógving, frisørur, kirkja og róðrarneyst – og Argjaskotið, sum draga fólk og geva kensluna av at hoyra til.

 

Tí er tað ikki tað sum tað í botn og grund snýr seg um?

 

Haldið mær til góðar, um eg havi gloymt at nevna onkran ella okkurt.

 

Fyri at koma aftur til Argjar og Sambandsflokkin og meg – eisini í hesari raðfylgju, so eri eg upptikin av, at fáa tað besta burturúr. Nakað er politiskt, vit tosa um ítróttarhøll og umstøður til tey gomlu – nú tosi eg um størru íløgurnar.

 

Og mær hevði dámað væl, at fleiri av tykkum høvdu styttri til handils, høvdu eitt slag av miðstaði og fingu lív í staðið.

 

Nakað er bygdalív, áhugabólkar, bindiklubbar, kvøldskúlar og tað tit sjálvi kunnu stápla upp á beinini av felagsskapi og trivnaði.

 

Hitt er politikkur og sum politikari dámar mær væl at arbeiða saman við fólki og bólkum um tey viðurskifti, sum viðkoma teimum, og soleiðis síggi eg tað eisini í hesum føri – at til ber at tosa um tingini og arbeiða saman um tær tilgongdir, sum tæna Argjum og argjafólki.

 

Bergun - Sambandið.