Listaframsýning í fimleikahøllini við Gøtugjógv

Sum nakað nýtt hesaferð verður eisini ein fjølbroytt framsýning frá kvøldskúlanum partur av páskasýningini

 

Páskadagarnar í ár verður aftur listaframsýning í fimleikahøllini við Gøtugjógv, og sum nakað nýtt hesaferð verður ein fjølbroytt framsýning frá kvøldskúlanum eisini partur av páskasýningini.

 

- Í kommununi hava vit kreativar íbúgvar, bæði innan vinnulív, tónleik, sjónleik, listahandverk og list, og um páskirnar verður eitt høvi at síggja nakað av tí, sum rørist millum fólkið, sum hevur sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu, har víst verður á, at páskasýningin hesaferð fevnir um bæði drama, dans, venjing og rørslu, barnakór, føroyskan dans og list, og skáin fyri páskadagarnar verður hendan:

 

1. páskadag:

 

Kl. 15-19 verður listaframsýning.

 

2. páskadag: 

 

Kl. 14-15 verður kvøldskúlaframsýning.

 

Kl. 14-19 verður listaframsýning.