Býráðslimur í Havn: Eg góðtaki ikki svarið frá BUMR

– Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki góðtaka, at argjabørn ikki sleppa at ganga í skúla í sínari bygd, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur.

Aftaná summarfrítíðina skulu fýra børn á Argjum ganga í skúla í miðbýnum, og tað kann ikki vera rætt. Tað er at meta sum at fýra børn í Runavík skulu ganga í skúla á Skála ella at fýra børn í Hvalvík skulu ganga í skúla á Oyrabakka, tí tað er plásstrot. Spurningurin er so um hetta hevði komið fyri í øðrum kommunum, sum vit eru út fyri nú.

 

Jú vit eiga eisini ábyrgdina

 

Kommunurnar hava ábyrgdina av bygningunum, men vit hava tíverri einki at siga tá tað viðvíkur fígging.

 

Av tí at fleiri børn enn pláss er fyri, ynskja at ganga í skúla í Tórshavnar kommunu komandi skúlaár, hevur kommunun biðið Undirvísingarstýrið um fígging til ein 1.flokk afturat.

Tað ynskið gekk okkum sjálvandi á møti, men tað loysir bara helvtina av avbjóðingini.

Tí óansæð hvussu vit venda og snara tí, og hvar vit staðseta flokkin, so nøktar tað ikki tørvin.

Skilabest er at staðseta eyka flokkin í Sankta Frans skúla, tí hann liggur frægast fyri hjá nógvum. Og í Sankta Frans skúla er pláss at gera ein eyka flokk. Kommunan má eisini altíð tryggja, at tað eru tøk pláss til tey sum flyta til.

 

Nýggja løgtingslógin forðar

 

Tað eru 48 børn sum hava biðið um at ganga í 1.flokki á Argjum, og lógin sum Løgtingið samtykti í fjør loyvir bert 22 næmingum í hvørjum flokki.

 

Men á Argjum er bert ein skúli, og tí hevur kommunan biðið Barna- og Útbúgvingarmálaráðið um at játta tveir eyka flokkar heldur enn bert tann eina. Kommunan hevur biðið um undantak soleiðis, at undirvíst verður í tveimum flokkum við játtan til trýggjar flokkar.

Í øðrum lagi varð biðið um at játta tímar til Skúlan á Argjahamri eftir skipanini, sum hevur verið galdandi til nú, tá næmingatalið omanfyri 22 eisini gevur tímar til tvílæraraskipanina.

 

Barna- og Útbúgvingingarmálaráðið vísir umbønini aftur við grundgevingum sum, at man við undantaki á Argjum gongur í móti líkheitsprinsippinum fyri skúlabørnini í Tórshavnar kommunu. At tað ikki er skynsamt námsfrøðiliga við 24 næmingum. Og at kommunan hevur heimild at staðseta eyka flokkin á Argjum heldur enn í Sankta Frans skúla.

 

Hvønn er skúlin fyri?

 

Tað er púra burturvið at góðtaka nakað annað enn, at landsstýrismaðurin syrgir fyri, at játtan verður til skúlagongd á Argjum fyri øll Argjabørn.  Tað fellir mær fyri bróstið, at kommunan hevur so lítið at siga í hesum málinum. Okkara fremsta uppgáva er at tryggja at okkara borgarar trívast og at grundleggjandi tænasturnar eru í lagi.

Hvussu skulu vit tryggja, at børnini í OKKARA kommunu sleppa at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi, saman við sínum grannum og harvið at skapa staðbundna samleikan, sosialu sambondini harvið eisini trivnaðin hjá børnunum, har fleiri skipað frítíðartilboð eru, tá okkara umbøn bara verður kveistra burtur við grundgeving um líkheitsprinsipp.

Líkheitsprinsipp, er eitt argument sum altíð kann hivast úr hattinum, tá svarið er nei, og svarið er at tað kostar pengar.  Eg haldi,  at líkheitsprinsippið verður misnýtt í hesum føri.

 

Hví kom eitt broytingaruppskot til 3.viðgerð?

Til 3.viðgerð í málinum um næmingatal í fólkaskúlanum, kom eitt soljóðandi broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini. Tað er stk 2 sum er áhugavert at lesa tvær ferðir.

 

§ 20. Næmingatalið í hvørjum flokki eigur við skúlaársbyrjan ikki at vera hægri enn 22.

 

Hetta verður galdandi frá skúlaárinum 2025-26, tá byrjað verður við 1.flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum.

Stk 2 Er nærmingatalið í einum flokki hægri enn 22, kann skúlaleiðarin í ávísum førum avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkar.

 

Og so skrivar trivnaðarnevndin í Løgtinginum hesa viðmerking:

Tað kom týðiligt fram undir 2. viðgerð av málinum, at meirilutin og minnilutin í Mentanarnevndini grundleggjandi vildu røkka sama máli við sínum broytingaruppskotum. Við hesum broytingaruppskoti er roynt at umorða ásetingina á ein hátt, ið týðiligt sigur,hvat hámarkið fyri eini floksstødd eigur at vera, sum tó samstundis letur upp fyri møguleikanum, at lærari og leiðsla á skúlunum kunnu seta inn við eini tvílæraraskipan heldur enn at býta ein flokk í tvey, hóast hann skuldi fariðuppum 22 næmingar. Tað verður so í teimum førum, har ein flokkur til dømis er 24 næmingar, men vælvirkandi,óneyðugt at býta hann í tvey einans av teirri orsøk, at næmingatalið er omanfyri 22.

 

Tað vil siga, at Løgtingið, okkara evsta lóggávuvald,  hevur sett ein ventil inn í lógina, sum nemliga er til føri sum hetta.

 

Mær lystir at vita hvat lóggávuvaldið sigur til tulkingina hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, og um tað eru dømi um at undantøk verða noktað øðrum kommunum vegna líkheitsprinsipp.

 

Um man heldur tað hava týdning at børn sleppa at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi norðanfyri og sunnanfyri, vestanfyri og eystanfyri, so má tað eisini vera galdandi fyri børnini í okkara bygdum í miðstaðnum.

 

Spurningurin er um børnini í Kollafirði, Kaldbak og Velbastað skulu vænta sær at ganga í skúla í Hoyvík ella í miðbýnum, um tey verða tvey børn fleiri ennn 22.

 

Niðurstøðan hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum til borgarstjóran, tykist at vera endalig. Tískil hevur kommunan sent foreldunum niðurstøðuna.

Men eg haldi ikki, at alt er sagt í hesum máli.

 

 

 

Heidi Lava Elgeirsdóttir

 

Býráðslimur og limur í Trivnaðarnevndin.