Champions League: Arsenal sendi Real Madrid úr kappingini

Inter Milan megnaði at vinna samanlagt á Bayern München

Tveir fótbóltsrisar vóru í kvøld sendir úr kappingini í Champions League.

 

Tað eydnaðist eisini Arsenal at vinna seinnu fjórðingsfinaluna á Real Madrid á útivølli. Arsenal hevði eina 3-0 leiðslu við sær til Madrid, og við 2-1 sigri í kvøld bleiv talan um heili 5-1 samanlagt.

 

Tá var meira spenningur millum Inter Milan og Bayern München í kvøld. Inter vann 2-1 á útivølli, og í kvøld fingu teir ein 2-2 javnleik, ið gav teimum ein samlaðan 4-3 sigur.

 

Úrslit og málskjúttar:

 

Real Madrid-Arsenal 1-2 (0-0) - Arsenal vinnur samanlagt 5-1.

0-1 Bukayo Saka ('65 )

1-1 Vinicius Junior ('67 )

1-2 Gabriel Martinelli ('90 )

 

Inter Milan-Bayern München 2-2 (0-0) - Inter vinnur samanlagt 4-3.

0-1 Harry Kane ('52 )

1-1 Lautaro Martinez ('58 )

2-1 Benjamin Pavard ('61 )

2-2 Eric Dier ('76 )

 

Úrslitini ígjár:

 

Aston Villa-Paris Saint Germain 3-2 (1-2) - PSG vinnur samanlagt 5-4.

 

0-1 Achraf Hakimi ('11 )

 

0-2 Nuno Mendes ('28 )

 

1-2 Youri Tielemans ('34 )

 

2-2 John McGinn ('55 )

 

3-2 Ezri Konsa ('57 )

 

Dortmund-FC Barcelona 3-1 (1-0) - Barcelona vinnur samanlagt 5-3.

 

1-0 Serhou Guirassy, br. ('11 )

 

2-0 Serhou Guirassy ('49 )

 

2-1 sjálvmál ('54 )

 

3-1 Serhou Guirassy ('76 )

 

Arsenal og PSG hittast í aðrari hálvfinaluni, og í hinari hittast Inter Milan og FC Barcelona. Fyrru hálvfinalurnar vera spældar 29. og 30. apríl, og seinnu hálvfinalurnar vera spældar 6. og 7. mai. 

 

##med2##