Størsta amerikanska vísitalið fyri tøknipartabrøv, Nasdaq, stongdi í dag á hægsta støði nakrantíð.
Vísitalið hækkaði 0,9 prosent mikudagin og endaði á 20.611,34.
Mikrochipframleiðarin Nvidia var á odda í vøkstrinum, tá hann stongdi við einum vøkstri uppá 1,8 prosent.
Undir handlinum mikudagin náddi Nvidia einum samlaðum marknaðarvirði uppá meira enn 4 billiónir dollarar, sum svarar til 25.500 milliardir krónur. Sambært AFP er Nvidia fyrsta fyritøkan, sum hevur nátt tí málsteininum.
Tá handilin stongdi á virðisbrævamarknaðinum í New York, var Nvidia fallið eitt sindur og stongdi við einum marknaðarvirði uppá 3,974 milliardir dollarar.
Breiða S&P 500 vísitalið hækkaði 0,6 prosent, meðan Dow Jones ídnaðarindeksið hækkaði 0,5 prosent.
Virðisbrævakursirnir hava verið sveiggjandi seinastu tíðina - drivnir millum annað av óvissuni um amerikanskan innflutningstoll.
Seinastu dagarnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, sent brøv til fleiri lond við tolli upp á 50 prosent við gildi frá 1. august.
Ritzau/AFP