Seinnapartin klokkan 17 spælir KÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður á útivølli móti finska liðnum, SJK Seinäjoki sum hevur Samuel Chukwudi á liðnum.
Tað verður ein íslendsk dómarakvartett til dystin í kvøld. Dysturin í kvøld er fyrsti altjóða dysturin hjá 40 ára gamla Jóhann Inga Jónssyni. Jóhann Ingi Jónsson var á nýggjaárinum tilnevndur altjóða dómari. Jóhann Ingi Jónsson hevur tó á einum sinni dømt ein dyst í Føroyum í samband við norðurlendsku fótbóltsdómaraútvekslingina. 12. august í 2017 dømdi Jóhann Ingi Jónsson dystin millum 07 Vestur og EB/Streym á Dungasandi í Sørvági.
Jóhann Ingi Jónsson hevur dømt dystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2018, men í UEFA-høpi fattast royndirnar.
SJK SEINÄJOKI (FIN) - KÍ KLAKSVÍK (FRO)
Dómari: Jóhann Ingi Jónsson ISL
Hjálpardómari 1: Ragnar Þór Bender ISL
Hjálpardómari 2: Gylfi Már Sigurðsson ISL
Fjórði dómari: Helgi Mikael Jónasson ISL
UEFA Dómaraeygleiðari: Rune Pedersen NOR
UEFA Umboð: Mark Bos NED