Russland skeyt í nátt umleið 18 rakettir og 400 dronur móti Ukraina, sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky.
Tað veit Reuters at siga frá.
Álopið er annan dagin á rað við fráboðanum um stór álop á Ukraina.
Hetta hendir samstundis sum russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur fund við amerikanska starvsbróðurin, Marco Rubio, í Malaysia.
Álopini hava kostað trimum fólkum lívið í býnum Kostyantynivka í eystara parti av Ukraina, upplýsir neyðhjálpartænastan í Ukraina, sambært tíðindastovuni Reuters.
Ein persónur er eisini meldaður skaddur.
Í einum uppslagi á boðtænastuni Telegram verður sagt, at álopið hevur oyðilagt ein fyrisitingarligan bygning. Neyðhjálpin hevur megnað at drigið tvey lík úr húsaleivdunum.
Sløkkiliði hava eisini sløkt eldar í fýra ymiskum bygningum.
Kostyantynivka hevur verið fyri álopum úr Russlandi í fleiri mánaðir. Býurin liggur í Donetsk-landslutinum.
Vadym Filashkin, guvernørur í Donetsk, skrivaði fyrr á Telegram, at íbúgvarnir skuldu umhugsað at fara úr økinum og fara til "minni hættislig øki í Ukraina."
Ukrainski høvuðsstaðurin, Kiev, skal eisini hava verið fyri álopum úr Russlandi.
Sambært hernaðarfyrisitingini í býnum hava tvey fólk latið lív her og umleið 12 hava fingið skaða.
- Tíverri hava vit tvey deyð. Talan er um fólk, sum vórðu dripin av russarum, sigur leiðarin fyri hernaðarfyrisitingina í Kiev, Tymur Tkachenko, á Telegram sambært Reuters.
Hernaðarfyrisitingin upplýsir eisini, at álopið á Kiev vardi næstan tíggju tímar, skrivar AFP.
Tíðliga í morgun okkara tíð var ikki greitt, hvussu stórir materiellir skaðarnir eru í býnum.
Sambært Reuters hevur ukrainska loftverjan roynt at svara álopinum aftur.
Tíðindastovan dpa hevur áður skrivað, at ukrainska loftverjan ávaraði um bæði ballistiskar rakettir og dronur. Heitt varð á allar íbúgvar um beinanvegin at leita sær skjól.
Eygnavitni søgdu, at spreingingar hoyrdust í býnum um náttina.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar enn.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##