Brønd­by hev­ur eina stóra favoritt­støðu á Tórs­vølli

Conference League: Her eru oddsini upp á dystin HB-Brøndby

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla HB og Brøndby fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Brøndby hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Hetta hóast HB við André Olsen sum høvuðsvenjara er ósigrað. Seinast HB tapti ein dyst var 3. mai.

 

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 7,50 og 12,30.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,25 og 6,00.

 

Oddsini upp á útisigur til Brøndby liggja millum 1,22 og 1,27.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##