Í morgin letur vælveruhúsið í Ress upp

– Vit hava bíða leingi og spent eftir, at nýggja vælveruhúsið í Ress spa skuldi lata upp – og nú er bíðitíðin endiliga liðug

Soleiðis skriva tey Gist & Vist í sambandi við, at nýggja vælveruhúsið hjá Ress á Hotel Føroyum letur upp. Tað verður í morgin 23. juli, at nýggja vælveruhúsið, sum er bygt niðan fyri Hotel Føroyar, beint oman fyri viðarlundina í Kerjum, letur dyrnar upp – »til ein heilt nýggjan heim av vælveru og friðsælu«, sum tey skriva.

– Í nýggja vælverhuhúsinum kanst tú slappa av í heitu hyljunum, fáa hitan í alskyns hitarúmum og njóta kvirruna og eitt glas av sjampanju í infinity poolinum á tekjuni við fantastiska útsýninum.

– Dagurin er tín. Her kanst tú kenna, hvussu meldurin so við og við sleppur kroppinum og andadrátturin gerst lættari, skriva tey í tíðindaskrivi.

##med2##

##med3##

##med4##