Conference League: KA kann fáa pólska ella serbiska mótstøðu

Men so mugu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA fyrst knógva Silkeborg

Í annaðkvøld klokkan 18 hava Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri torføran dyst á Jysk Park leikvøllinum í Silkeborg.

 

Talan er um fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League. 31. juli verður returdysturin leiktur á Greifavøllinum á Akureyri.

 

Megna Jóan Símun og liðfelagarnir at fremja eitt undur, og vinna ein samlaðan sigur á Silkeborg, so bíðar pólsk ella serbisk mótstøða í triðja undanumfarinum.

 

Tá verður mótstøðuliðið antin Jagiellonia Białystok úr Póllandi ella Novi Pazar úr Serbia.

 

Dystirnir í triðja undanumfarinum vera leiktir 7. og 14. august.