Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen vóru við frá dystarbyrjan, tá Hillerød í dag spældi dyst á útivølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli í Køge eydnaðist tað Hillerød at vinna 2-0 á HB Køge. Monday Etim legði Hillerød á odda í øðrum minuttin av seinna hálvleiki. Tá eitt stórt korter var eftir av dystinum átti Daniel næstseinasta fótin, tá Saman Jalaei staðfesti sigurin.
Hillerød er greitt oddalið í niðara endaspælinum við 39 stigum. Hobro og B93 hava 28 stig hvør.
Hósdagin klokkan 14 kann Hillerød staðfesta oddasessin enn meira. Tá spæla Adrian, Daniel og liðfelagarnir dyst á útivølli móti B93.