Daniel og Meinhard komu á vikuliðið

Daniel Johansen og Meinhard E. Olsen hava fingið góða viðurkenning

Farna vikuskiftið gekk væl hjá føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá Hillerød vann 2-0 á Hobro á heimavølli legði Daniel Johansen upp til bæði málini. Og tá Kolding vann 2-1 á Esbjerg á útivølli var Meinhard E. Olsen sera eyðsýndur, og hann javnaði til 1-1 við einum góðum brotssparki.

 

Fyri góðu avrikini hava Daniel og Meinhard fingið eina flotta viðurkenning. Teir eru báðir komnir á vikuliðið hjá Viaplay Sport, ið sæst her:

 

##med2##