Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, sigur við danskt sjónvarp, at Danmark ongantíð veruliga hevur ment ella megnað at verja Grønland.
Hon var amerikansk sendikvinna í Danmark árini 2017 til 2021 og sigur, at tá hon kom til Danmarkar, var hon ógvuliga órógvað yvir støðuna í Grønlandi.
Sambært Sermitsiaq sigur Carla Sands, at Danmark heldur ikki hevur ment Grønland búskaparliga. Hon vísir á, at Danmark er eitt lítið land við avmarkaðum møguleikum.
- Grønland hevur onga verju og er ikki ment, tí Danmark megnar ikki uppgávuna, sigur hon.
Kortini leggur fyrrverandi sendikvinnan aftrat, at um Danmark kundi og vildi, hevði landið havt gjørt tað øðrvísi í Grønlandi.
Tv2 hevur havt samrøðu við Carla Sands í samband við stóra áhugan, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur víst Grønlandi seinastu tíðina.
Tað var í tíðini hjá henni, sum amerikansk sendikvinna í Danmark, at Donald Trump fyrstu ferð skeyt upp, at USA kann yvirtaka Grønland.
Í samrøðuni við Tv2 sigur Carla Sands, at hon ikki veit, hvørjar ætlanir nýggja Trump-umsitingin hevur við Grønlandi.
Tað er Sermitsiaq, sum endurgevur úr samrøðuni, sum Tv2 hevur havt við Carla Sands.