Íbúðaneyðin: Annað og meiri enn ein íbúðaspurningur

Fyri viku síðan hoyrdu vit av Vaglinum í Havn eina djarva og opinskáraða flaggdagsrøðu, um ein so tekur undir við røðaranum ella ei.

 

Hon nart við so mong ymisk evni, ið Merkið umboðar, bygd á vit, vitan og skil. Samdur ella ei kann hon vera grundarlagið undir einum hugkveikjandi kjaki, sum okkara samtíð, okkara samfelagi og heiminum tørvar.

 

Fólkasamansetingin og eftirlønaraldur.

Fólkasamansetingin í Føroyum broytist, og ávaringarnar, bæði frá politikkarum og samfelgsfrøðingum, hava ljóðað rættiliga leingi, ja, so leingi, at orðið eldrabyrða er manað aftur í jørðina meiri ella minni og hevur havt ymisk heiti.

Jú, vit gerast fleiri, ið røkka høgan aldur, og vit eru nøkur, ið fáa og hava rætt til at fáa eftirløn, ið lutvíst verður fíggjað við peningi, vit sjálv hava goldið, og sum í summum førum verður dupultskattað. Men tað átti at verið ein mannarættur í einum samfelagi, ið breggjar sær av at vera millum heimsins ríkastu og bestu, at tikið sær væl av teimum, ið hava slættað sjógvin fyri teimum, ið nú eru komin til skorin klæði.

 

Báðir endarnir.

Ein annar áhugaverdur spurningur stingur seg upp í sambandi við fólkasamansetingina. Sagt hevur verið, at samfelagið tók sær av okkum tey fyrstu 16-18 árini, tá ið mong ung fóru út at vinna sær pening, og á tann hátt at geva sítt íkast til samfelagið. Men har er stór broyting hend, tí nú er tað markið flutt eini 5-8 ár, innan tey gjalda aftur til samfelagið. Nú ganga eini 23 ár í meðal, innan samfelagið fær nakað aftur frá teimum. Annað er, at tey eru væl færri nú, enn tey vóru fyrr. Tann gongdin er ikki heilt nýggj og skuldi ikki komið óvart á nakran. Um eg fari ikki skeivur, verða tey, ið frameftir skulu bjarga fíggjarliga haldførinum, færri enn roknað verður við. So má løgtingið aftur til at uppfinna okkurt, um samfelagsoyðslingin heldur ótarnað fram.

 

Politiskt leikbrá.

Nú fíggjarliga haldførið er farið at halla, verður dúgliga kannað og leitað eftir einari loysn. Tikið verður politiskt leikbrá, og eins og í ítróttini flyta politikkararnir nakrar finnur aftur og fram. Men tá ið dysturin verður uppafturtikin, eru somu leikarar aftur á vøllinum og somu finnur fluttar aftur og fram. Torvmold. Soleiðis er skilið, og sama er eisini á Tinghúsvøllinum. Eftirlønaraldurin verður fluttur, tí tað fer at bøta um haldførið. Men ikki eitt orð hoyrist frá almennari síðu um at finna nýggjar inntøkumøguleikar. Væl veit eg, at hetta rakar ikki okkum eldru, sum nú eru farin um upphøggingaraldur, men gomul fólk eru nú einaferð gomul fólk, bæði í 2025 og í 2050.

 


Fíggingin.

Grunnarnir, ið ætlaðir vóru til ymiskar veitingar, eru avtiknir og brúktir, og alt er flutt yvir á fíggjarlógina. Tað er ein politisk dáragerð og poliskt makkverk. Partur av eftirlønini kemur úr Samhaldsfasta, ið arbeiðstakarar og -gevarar hava goldið inn í Samhaldsfasta.

 

Íbúðarneyðin: Ein ófrættakend ávaring.

Samfelagshjólini mala skjótari enn nakrantíð, og tað skuldi verið gott. Tað ófrættakenda er kortini, at samfelagið, bæði land og kommunur, kappast við privata arbeiðsmarknaðin. Vit hava ov lítla arbeiðsmegi í landinum til tær verkætlanir, ið eru í gongd, og noyðast at innflyta arbeiðsfólk. Kappingin um arbeiðsfólkini skumpar undir prísirnar, og alt verður dýrari. Nógv fólk hava nógvan pening um hendi, so tað, ið selist, fer til hægstbjóðandi. Tey, ið hava lítlan pening um hendi, standa bara og hyggja at, meðan tann vælbjargaði ovetur seg. Mong av okkara ungu, ið vit hava tikið okkum av tey fyrstu árini, eru farin uttanlands at nema sær útbúgving, men vit forða teimum at sleppa heimaftur at brúka sín kunnleika og hjálpa tí reiðri, tey eru uppvaksin í og eru góð við.

 

POLITIKKARAR!

So politikkarar, takið tykkum saman og taðið soleiðis, at hetta verður eitt land, ið hýsir og vil hýsa okkara yngru og eldru borgarum, ja, øllum okkara borgarum. Tit eru tey einastu, ið kunnu og skulu loysa tað málið!