Tá kríggið er liðugt

M.A. Jacobsens virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Stórverkið LEAR KONGUR elvdi til mikið kjak tí Alzheimer's rakta sjónleikarakvinnan Birita Mohr spældi høvuðsleiklutin sum aldrandi kongurin.

Og leikurin LYKKENBORG hevur fingið flog undir veingirnar. Undir heitinum CASTLE OF JOY var hann sýndur á altjóða palllistafestivalin IETM í ár og næsta ár verður hann sýndur í mentanardeplinum The Barbican í London.

Nú eru limir í DFC farin í eitt samstarv við ukrainska leikstjóran Serhii Ilin, ið er flýddur úr sínum egna heimlandi undan krígnum sum herjar har. 

22 februar 2022 hevði Serhii  frummframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av leiki sum hann hevði leikstjórna. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina.  Leikurin var umgangandi niðurlagdur tí leikhúsið skuldi nú brúkast til sjúkrahús.  Serhii flýggjaði undan einum, í fylgi honum, skilaleysum kríggi, Og 16. september kom hann sum flótti til Føroyar.   

Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina uppliving av hvat kríggj ger vid menniskju.

Leikurin snýr seg um, ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu sum hittast á hermótinum í Berlin í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga. 

Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Rød Kross Danmark

Sýningarnar vera í Norðurlandahúsinum :

 

21. September kl. 19:30

22. September kl. 19:30

24. September kl.16:00


Atgongmerkini eru at fáa á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

 

Eisini verður leikurin at síggja í Løkshøll 25.-26. Novembur.