Dekk Service húsast nú undir bestu umstøðum

- Á verkstaðnum í Saltangará høvdu vit 88 fermetrar og við øllum 130 fermetrar. Nú er sjálvur verkstaðurin 550 fermetrar, og við øllum hava vit 800 fermetrar, tá goymslupláss, skrivstova, kantina og annað er íroknað. Áður høvdu vit tvær lyftir, og nú hava vit átta, sigur Jan Danielsen, sum eigur og rekur Dekk Service

Í átta ár hevur Jan Danielsen átt og rikið bilaverkstaðið Dekk Service, sum hevur húsast niðri við havnalagið í Saltangará, men sum nú er í leigaðum hølum á Rituvíkarhálsi. 

Í nýggju hølunum á adressuni Ennigøta 3 eru umstøðurnar so nógv betri og rúmligari, enn tær nakrantíð hava verið áður. Verkstaðurin er eisini nógv betur útgjørdur í dag, og talið av mekanikarum og starvsfólki annars er vaksið.

 

Tað er fyritøkan, P/F Zacharias Leitistein, sum eigur bygningin á Rituvíkarhálsi, og her hevur Jan Danielsen tryggjað sær leigumál við forkeypsrætti, um tað verður aktuelt.

 

- Vit hava verið her í nýggju hølunum í fýra mánaðir, og hetta hevur verið fantastiskt. Kapasiteturin er nógv vaksin, og vit hava havt nógv meira at gera enn nakrantíð áður.

 

Dekk Service tekur sær av at kalla øllum vanligum mekaniskum umvælingum og viðlíkahaldi á bilar – øllum frá olju-og dekkskifti til bremsuskift og skiftan av eitt nú koplingum. Verkstaðurin skiftir eisini nógvar rútar og ger at kalla alt uttan plátuskaðar og lakkering. 

 

- Vit taka okkum eisini av vanligum mekaniskum uppgávum og viðlíkahaldi av el-bilum, men vit gera einki við tann elektriska partin, tí hetta krevur serligar førleikar, sigur Jan Danielsen.

 

Bestu umstøður

Umstøðurnar á verkstaðnum á Rituvíkarhálsi eru sera góðar, og her eru góð parkeringsviðurskifti, sum ikki vóru við hølini í Saltangará.  

Verkstaðurin er góðkendur at gera umsýn fyri Akstovuna, og verkstaðurin er eisini góðkendur sum lærupláss, bæði fyri lærlingar innan bilsmíð og skrivstovuútbúgving.

Í løtuni eru tveir næmingar í læru sum bilsmiðir, og ein næmingur er í skrivstovulæru. Við øllum eru tilsamans átta fólk í starvi hjá Dekk Service.

- Tú kanst ikki vera lærumeistari hjá bæði næmingum í bilsmíði og innan skrivstovuyrkið samstundis, og tí eri eg lærumeistari hjá skrivstovunæminginum, meðan ein annar er lærumeistari innan bilsmíð.

Sjálvur hevur Jan Danielsen HD í roknskapi, og hann hevur áður undirvíst á handilsskúlanum í Havn. Hann var eisini fyrsti stjórin í Heilsutrygd, har hann hevði leiðsluna á stovninum um hendi í sløk seks ár.

Hann hevur royndir sum bæði stjóri og fíggjarstjóri í ymiskum fyritøkum, og sum roknskaparkønur hevur hann eisini onkrar roknskapir fyri persónar og fyritøkur.

Á bilaverkstaðnum á Rituvíkarhálsi eru fimm sveinar og tríggir lærlingar.

- Á gamla verkstaðnum høvdu vit 88 fermetrar og við øllum 130 fermetrar. Nú er sjálvur verkstaðurin 550 fermetrar, og við øllum hava vit 800 fermetrar, tá goymslupláss, skrivstova, kantina og annað er íroknað.

Jan Danielsen vísir á, at á gamla verkstaðnum hevði hann tvær lyftir, men nú eru átta, harav tvær tær størstu lyfta ávikavist 5,5 og 5 tons.

- Vit byrjaðu her á Rituvíkarhálsi við seks lyftum, men longu nú hava vit fingið tvær aftrat. So, tað er greitt, at her eru bestu arbeiðsumstøður og stórt vakstrarpotentiali. 

Hann vísir á, at stendur ein bilur uppi á lyftini, og tað vísir seg, at deilurin ikki passar, kann bilurin ofta verða standandi á lyftini, til nýggi deilurin er í húsi.

Á gamla verkstaðnum vóru tvær dekkmaskinur, harav onnur maskinan var gomul. 

- Nú hava vit tríggjar nýggjar dekkmaskinur og tríggjar nýggjar avbalanseringsmaskinur. At verkstaðurin bæði hevur fleiri lyftir og dekkmaskinur, ger, at umstøðurnar at taka bilar inn, bæði eftir avtalu og bilar, sum koma akutt, eru sera góðar, sigur hann.

 

Góð tænasta

Dekk Service leggur dent á at hava eina góða og kappingarføra tænastu, og stórur dentur verður lagdur á at halda tað, sum verður lovað. 

- Tað kemur eisini viðskiftafólkunum til góðar, at vit kunnu veita eina skjóta og góða tænastu fyri kappingarførar prísir, og okkara mál er, at viðskiftafólkini eisini velja okkum, tá aftur er brúk fyri verkstaðnum.

Jan Danielsen vísir á, at fyritøkan hevur ein vogn, sum ger, at tey eisini kunnu fara út og heinta bilar, sum ikki kunnu koyra til verkstaðin.

- Vognurin, sum er útgjørdur við spæli, er 6,10 metrar langur og kann taka bilar, sum viga upp í 2500 kilo. Vit hava eisini leigubilar, og hesir verða ofta útleigaðir á flogvøllinum, men eisini aðrastaðni kring landið. Tá plagi eg at taka leigubilin upp á vognin og koyra hann á staðið, har landafast er. Soleiðis er ikki neyðugt við tveimum fólkum til eina slíka uppgávu.  

Er talan um bilførara, sum hevur ein akuttan trupulleika - at bilurin er punkteraður, startar ikki, bremsur ella upphang kanska er farið – ja, so er vognurin eisini hentur.

- Soleiðis koyra vit víða um landið og heinta bilar, og tað er eisini fleiri ferðir hent, at vit eitt nú hava verið niðri í Eysturoyartunlinum eftir bilum, sum ikki kundu koyra, sigur hann.

Verkstaðurin hevur eisini ein tænastubil við øllum vanligum amboðum, sum kann koyra út til viðskiftafólk, ið hava bráðfeingis trupulleikar við bilinum, sum kanska kunnu loysast á staðnum.

Dekk Service hevur einar 15 leigubilar, og hetta hevur verið ein partur av konseptinum, síðan Jan Danielsen byrjaði við verkstaðnum. 

- Eg byrjaði við gomlum leigubilum, men nú eru eisini nýggjari bilar, og størsti bilurin er til átta persónar. Tá kundi hevur bil á verkstaðnum, og kundin ikki kann vera bil fyriuttan, fær hann ein leigubil frá okkum fyri sera sámuligan kostnað, sigur hann.

 

Dekk og dekkskift

Nú tað aftur stundar til dekkskift, hevur bilaverkstaðurin á Rituvíkarhálsi eitt stórt úrval av dekkum, og við trimum settum av dekkmaskinum og avbalanseringsmaskinum er kapasiteturin stórur.

- Vit eru longu byrjað at skifta vetrardekk út við summardekk, og vit plaga at hava nógv dekkskift hesa ársins tíð. Við teimum umstøðum, sum nú eru á verkstaðnum, kunnu vit skifta eina rúgvu av dekkum í ein dag.

Dekk Service hevur eisini dekkhotell, har viðskiftafólk kunnu goyma dekkini á verkstaðnum fyri eitt ávíst gjald, og her er pláss fyri dekkum til fleiri hundrað bilar.

- Tað eru ikki øll, sum hava so góðar møguleikar at goyma dekkini. Tey fylla nógv, og hjá summum liggja tey úti, sum sjálvandi ikki er besta loysnin, sigur Jan Danielsen.

Hann hevur fingist nógv við bilar, og alt byrjaði, meðan hann sum 9. floksnæmingur í 1980 var í starvsvenjing á táverandi Esso-støðini í Klaksvík. 

Eftir starvsvenjingina byrjaði hann at hjálpa til á verkstaðnum eftir skúlatíð.

- Her fekk eg eisini lærupláss og gjørdist bilmekanikari sum 21 ára gamal og verkførari á verkstaðnum so skjótt, eg varð liðugur at læra, sigur hann.

Tey, sum vilja vita meira um Dekk Service, kunnu venda sær til Jan Danielsen á tlf. 445900, og haðani er eisini beinleiðis umstilling til fartelefonina hjá honum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

Jan Danielsen hevur fingist nógv við bilar, og alt byrjaði, meðan hann var í starvsvenjing.