HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada í 2026 verður seinasta endaspælið hjá Didier Deschamps sum franskur landsliðsvenjari.
Deshamps, ið hevur verið franskur landsliðsvenjari hjá Fraklandi síðani 2012 vann HM-gull við Fraklandi í 2018 og HM-silvur í 2022.
Í 2021 vann Deshamps Nations League við Fraklandi, og í 2016 EM-silvur á heimavølli.
Sum spælari vann Deshamps HM-gull í 1998, og EM-gull í 2000 við Fraklandi.
Fabrizio Romano skrivar á X um avgerðina hjá Deshamps at gevast aftaná HM-endaspælið í 2026.
Í fjør heyst kom var kalt millum Deshamps og stóru stjørnuna, Kylian Mbappé, og hann noktaði at taka Mbappé út til landsliðið.
Tapir Frakland fyri Kroatia í Nations League dystunum síðst í mars enda teir í okkara HM-undankappingarbólki, har hini liðini eru Kekkia, Montenegro og Gibraltar.