Valur greitt oddalið aftaná sigur í toppuppgerðini

Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali vunnu ellinta sigurin á rað

Savnsmynd

Silja A. Müller, ið er triðja val til at verja málið hjá føroyska landsliðnum spældi í kvøld saman við liðfeløgunum í Vali toppuppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda eydnaðist tað Vali at vinna 31-28 á Fram. Í steðginum var Valur á odda 16-15.

 

Silja bjargaði einum brotskasti, men annars var tað sum so ofta fyrr Hafdís Renötudóttir, ið vardi málið hjá Vali størsta partin av tíðini.

 

Valur er greitt oddalið við fullum stigatali, 22 stig fyri 11 dystir. Valur er seks stig frammanfyri Fram og Haukar, ið hava 16 stig hvør.

 

Komandi mikukvøld ferðast Valur stutta túrin til Hafnarfjarðar at spæla dyst móti Haukum. 

 

Savnsmynd