Djóni Nolsøe Joensen og konan, Marita Andrasardóttir

Djóni minnist ser­liga væl steypa­final­una í 2002

- Hugnin, felagskapurin, prátini og láturin er tað besta við ólavsøkuni, sigur Djóni Nolsøe Joensen

 

Djóni Nolsøe Joensen og konan, Marita Andrasardóttir

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

- Ja, tað plagi eg, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hann vísir á, at opið hús verður heima hjá teimum hin fyrra dagin.

- Hin seinna dagin fara konan og eg upp á sveig, sum hann brosandi tekur til.

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?  

- Hugnin, felagskapurin, prátini og láturin.

 

##med2##

Er okkurt tú saknar við ólavsøkuni? 

- Kanska at tivoli-básarnir aftur vóru uppi í gongugøtuni, og so sakni eg góðu gomlu ólavsøkukonsertina.

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Jú, hana í 2002, tá vit í NSÍ vunnu á HB í steypafinaluni í bakandi sól og 20 hitastigum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

 

##med3##

 

 

 

Djóni Nolsøe Joensen og konan, Marita Andrasardóttir