VIDEO: Samuel legði upp til málið hjá SJK Seinäjoki

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Inter Turku-SJK Seinäjoki 4-1 (3-1)

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki taptu greitt 1-4 á útivølli fyri oddaliðnum í bestu finsku fótbóltsdeildini, Inter Turku á útivølli.

 

Ein glotti var tó, at Samuel legði upp til málið sum Kasper Paananen skoraði fyri SJK.

 

Samuel hevur í 15 dystum fyri SJK skorað trý mál og hevur lagt upp til eitt mál. 

 

SJK er nummar fimm í deildini við 28 stigum. Teir hava níggju stig upp til oddaliðið, Inter Turku sum hevur 37 stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##