Hósdagin klokkan 17.45 verður seinasti almenni fótbóltsdysturin á føroyskari jørð í 2023 leiktur.
KÍ sum er nummar trý í bólki A í Conference League við fýra stigum tekur ímóti Slovan Bratislava, ið er nummar tvey í bólkinum við sjey stigum.
Tí má KÍ vinna dystin um tað skal vera nakar spenningur undan seinasta umfarinum 14. desember, tá Slovan tekur móti Ljubljana á heimavølli og Lille sama kvøld tekur móti KÍ.
Tað verður ein royndur dómari úr Estlandi, ið verður fyrsti dómari til dystin millum KÍ og Slovan Bratislava.
42 ára gamli, Kristo Tohver hevur dømt altjóða dystir, bæði landsdystir og evropeiskar dystir hjá felagsliðum síðani 2010.
Kristo Tohver hevur enntá dømt dystir hjá føroyska landsliðnum á tveimum sinnum.
Fyrru ferð var í Nations League dysti á Malta, tá Malta og Føroyar leiktu javnleik 1-1. 4. juni í 2021 dømdi Kristo Tohver venjingardystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, ið Ísland vann 1-0.
KÍ Klaksvík (FRO) - ŠK Slovan Bratislava (SVK)
Dómari: Kristo Tohver EST
Hjálpardómari 1: Sander Saga EST
Hjálpardómari 2: Sten Klaasen EST
Fjórði dómari: Juri Frischer EST
VAR dómari: Jonas Hedegaard Hansen DEN
VAR hjálpardómari: Jakob Kehlet DEN
UEFA dómaraeygleiðari: Þóroddur Hjaltalín ISL
UEFA umboð: Kieran O’Connor WAL