Donsk koronu-tiltøk longd til síðst í februar

Galdandi tiltøk í  Danmark fyri at fyribyrgja koronusmittuni verða longd, og verða galdandi til síðst í februar.

Hetta hevur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunngjørt í dag. Hon vísir á, at bretska útgávan av koronusmittuni væntast at náa hæddirnar  miðskeiðis í februar, og tí mugu verðandi tiltøk framvegis verða galdandi.

Tiltøkini eru galdandi til 28. februar. Tó verða møguleikarnir kannaði,  hvørt tað er møguligt at senda yngstu næmingar fólkaskúlans í aftur í skúla innan 28. februar.

Umframt, at handlar, matstovur, tónleikastøð, søvn og onnur eru stongd, so er eisini krav um munnbind í almenna rúminum.

Til almenn tiltøk er eisini mark fyri, hvussu mong kunnu taka lut. Talið er 5, men tó eru undantøk.