Dramatikkur til tað seinasta

EM24: Albania er ikki bara við fyri stuttleikar

Tað var dramatikkur, tá Kroatia og Albania spældu javnleik 2-2 í bólki B. Kroatia var stórfavorittur, men tað var Albania, ið kom á odda tíðliga í dystinum.

 

Albania, sum Føroyar megnaðu at spæla javnleik móti í EM-undankappingini, stóð ímóti kroatiska trýstinum heilt fram til eitt korter fyri tíð. Upp á tveir minuttir vendi Kroatia dystinum. Fyrst við mál frá Andrej Kramarić og síðani sjálvmáli.

 

Nú mundu tey flestu halda, at luftin fór í ballónini hjá Albania. So var ikki og seinasta korterið av dystinum var ein fragd at fylgja við í. Bæði liðini spældu við fullari ferð og bæði liðini kundu havt skorað.

 

Tað endaði við, at Klaus Gjasula skoraði til 2-2 fimm minuttir inni í yvirtíðini. Tað var hann, sum var óheppin og gjørdi sjálvmál stutt frammanundan. Hetta er fyrsta stigið hjá bæði Kroatia og Albania, sum nú helst skulu vinna á ávikavist Italia og Spania í seinasta umfarinum.

 

Kroatia – Albania 2-2 (0-1)

 

0-1 Qazim Laçi, 11

 

1-1 Andrej Kramarić, 74

 

2-1 Klaus Gjasula, 76

 

2-2 Klaus Gjasula, 90+5

 

Kroatia: Livaković; Juranović, Šutalo, Gvardiol, Perišić (Sosa 84); Modrić, Brozović (Pašalić 46), Kovačić; Majer (Sučić 46), Petković (Budimir 69), Kramarić (Baturina 84)

 

Albania: Strakosha; Hysaj, Djimsiti, Ajeti, Mitaj; Asllani, Ramadani (Hoxha 85), Laçi (Gjasula 72); Asani (Seferi 64), Manaj (Daku 85), Bajrami

 

Støðan:

 

1: Spania 3 (+3)

 

2: Italia 3 (+1)

 

3: Albania 1 (-1)

 

4: Kroatia 1 (-3)

 

*Spania og Italia spæla í kvøld