Tað gongur einki serligt við aling av svartkalva hjá fyritøkuni, Tubilah, í Noregi.
Fyritøkan hevur havt hall øll árini síðan 2010, og soleiðis var árið í fjør einki undantak.
Í roknskapinum hjá felagnum fyri 2022, sæst, at Tubilah hetta árið hevði ein umsetning á 17,2 miljónir norskar krónur.
Umsetningurin árið fyri var á 11,7 miljónir krónur. Soleiðis vaks umsetningurin rættiliga nógv árini 2021 til 2022.
Men, hetta gjørdi kortini ikki, at úrslitið í 2022 gjørdist nøktandi - og so langt frá.
Tubilah hevði nevniliga eitt dundrandi hall í 2022. Sambært Kystmagasinet var hallið í 2022 heilar 20,6 norskar miljónir.
Eigararnir av felagnum, sum er staðsett á Bømlo í Vestlands-fylkinum, eru í høvuðsheitum Kristian Eidesvik, LOS Elektro og Steensland Gruppen í Oslo.
Hóast blóðreyð tøl gjøgnum so mong ár, er ikki líkt til, at eigararnir ætla sær at gevast á hendur við aling av svartkalva.