Nýggi rektarin á Glasi hevur bara sitið ein mánað í rektarastólinum.
– Eg havi onkuntíð sagt, at í einum felag ella stovni hevur tú fíggjarfólkið á aðrari síðuni, sum tosar fíggjarmál, og tú hevur leiðslu- og HR-fólk á hinari síðuni, ið tosa um leiðslu- og starvsfólkamál og at seta pengar av til tað økið. Her er ofta eitt glopp ímillum, og tey skilja ikki so væl hvønn annan. Eg havi lisið bæði búskap og HR. Eg sá nokk so skjótt, at tað var skilagott at hava bæði, tí at so bar til at umseta HR-mál til pengar og pengamál til HR, og tað letur dyr upp. Tað skapar eina góða heildarfatan, sigur Steinbjørn Hardlei.
50 ára gamli havnarmaðurin vísir á, at tað er sera týðandi at seta tíð og orku av til trivnað og førleikamenning, so at fólk trívast væl og hava tað, sum skal til av førleikum og amboðum at loysa sínar uppgávur.
– Eg haldi, at tað er ein tann mest týðandi íløgan, ið er, sigur Steinbjørn Hardlei.
Søkti ikki rektarastarvið
Hann sigur tó, at rektarastarvið á Glasi ikki var nakað, ið hann ætlaði sær og miðaði fram ímóti.
– Nei, tað var ikki ein dreymur. Eg søkti ikki í 2015, tá ið starvið var leyst. Tá var eg undirvísari á Handilsskúlanum, og tað dámdi mær sera væl. Men so broyttist bygnaðurin, hesir tríggir skúlarnir løgdu saman, og eg gjørdist umsitingarstjóri. Eg hevði ikki væntað, at Bogi Bech Jensen fór so brádliga úr starvi. Tá ið Uttanríkis- og mentamálaráðið spurdi meg um at taka yvir, so vildi eg hjálpa teimum í hesi støðuni, sigur hann.
Hann tók tó ikki støðu, fyrr enn hann hevði verið fimm til seks vikur í fyribilsstarvi sum rektari, um hann fór at søkja starvið.
– Tá ið eg kom til ta niðurstøðu, at eg helt, at eg kundi geva hesum starvinum nakað, og at eg kundi føra Glasir víðari til næsta stig, sum vit eru í nú, varð umsóknin send. Men tá var alt annað enn eitt ja stuttligt. Men sjálvandi, um onkur annar varð settur, so hevði eg sjálvandi stuðlað viðkomandi, sigur Steinbjørn Hardlei.
Leiðsluknøtturin tendraðist aftur
Hann hevur fleiri leiðsluroyndir og hevur havt leiðandi størv, síðani hann var síðst í 20-unum. Hann var starvsfólkaleiðari í banka, deildarleiðari í banka og starvsfólkaleiðari í Atlantsflog. Leiðsla hevur sostatt fylt nógv.
– Leiðsluknøtturin tendraðist aftur, tá ið møguleikin var at gerast stjóri á Føroya Handilsskúla, eftir at Helena Dam á Neystabø fór í løgtingið. Seinni gjørdist eg umsitingarstjóri í samanløgdu skúlunum, sigur hann.
– Tað hevur verið ein sera spennandi tilgongd. Mær hevur dámað væl, og eg havi fingið gagnnýtt tær royndirnar, ið eg hevði, sigur hann.
Nýggj hugskot kunnu føðast
Nú situr hann á ovastu rók og hevur vakurt útsýni yvir alla Havnina frá glæsiliga bygninginum á nýggja skúlaøkinum í Havnini. Samstundis er tað nýggjur leiklutur at vera meira í almenna rúminum.
– Tað er nakað, ið eg skal venja meg meira við, sigur hann.
Tá ið tað ræður um at vera sjónligur fyri øllum næmingunum og starvsfólki á Glasi, so roynir hann at seta tíð av til tað millum fundir og fyrisitingarligar uppgávur, sum liggja í rektarastarvinum.
– Eg seti tíð av at ganga runt á skúlanum og tosa við næmingar og starvsfólk og lurta eftir teirra sjónarmiðum. Tað er gott at hoyra, hvat tey siga, og her kunnu nýggj hugskot føðast, sigur rektarin.
Glasir-mátin
Sum umsitingarstjóri hevði Steinbjørn Hardlei ábyrgd av fíggjardeild, fyrisitingardeild, KT, bygningsumsiting, reingerð, kantinu, samskifti og HR.
– Hetta eru tænasturnar, ið liggja rundan um at stuðla høvuðsuppgávuni, sum er undirvísing. Uppgávan var at samanleggja allar hesa funktiónirnar. Vit byrjaðu langt áðrenn, soleiðis at tá ið vit vóru klár at flyta inn í henda nýggja bygningin, so vóru allar hesar tænasturnar lagdar saman, sigur hann.
Hetta var ein drúgv tilgongd, sum byrjaði í 2015, tá ið Bogi Bech Jensen varð settur sum rektari fyri nýggja samanlagda skúlan.
– Tá ið vit høvdu tríggjar skúlar, so høvdu við eisini tríggjar ymiskar hættir at gera alt. Vit royndu at finna teir persónarnar á hvørjum staði, sum kendu til hetta, og so at fáa sett saman ein nýggjan hátt. Vit tóku tað besta burturúr og komu so fram til Glasir-mátan, sigur hann.
##med2##
Ein skúli og ikki tríggir
Steinbjørn Hardlei vísir á, at broytingarnar vórðu ikki gjørdar í einum, men tað var tikið so við og við.
– Tað virkaði betur og lagaligari at gera broytingarnar so hvørt enn at gera allar í einum.
Ætlanin var, at skúlin skuldi vera liðugur í 2017 og klárur at flyta inn í. Men klárt var tó ikki at flyta inn fyrr enn eftir summarferiuna í 2018. Broytingarnar vóru tó gjørdar, so at samanleggingartilgongdin var liðug, og tí varð fyrsta árið brúkt til at venja nýggja bygnaðin, sjálvt um skúlarnir vóru á trimum ymiskum støðum, sigur Steinbjørn Hardlei.
Hann vísir á, at leiðsluliga var tankin at venja leiklutirnar sum ein skúli í eitt ár, áðrenn flutt varð inn.
– Tað var munagott at gera tað á henda hátt. So høvdu vit roynt ymiskt av áðrenn. Vit byrjaðu eisini tá at skemaleggja nakrar av lærarunum upp á tvørs av skúlunum, so at vit vandu okkum við samanleggingina. Hetta var ein liður í tí at finna saman í tann nýggja skúlan.
– Tað at leggja tríggjar skúlar saman, sum eru so ymiskir í mentan og organisatión, tað krevur sera nógv. Bogi Bech Jensen gjørdi eitt gott arbeiði í eini truplari tíð. Tað varð stórur dentur lagdur á, at tað skuldi vera ein skúli, og ikki tríggir skúlar, sum vóru í einum bygningi. Tað skuldi vera ein integreraður skúli, sigur Steinbjørn Hardlei.
Nýggjur umsitingarstjóri er ikki settur enn, og tað er heldur ikki víst, at nýggjur umsitingarstjóri verður settur.
– Eg umhugsi støðuna í mun til bygnaðin, um rætt er at seta nýggjan umsitingarstjóra. Eg havi ikki tikið støðu enn, sigur hann.
Samanleggingin eydnaðist væl
Nýggi rektarin heldur, at á Glasi eru nøvnini á gomlu skúlunum mest sum burtur.
– Nakað av mentanini og vanunum frá gomlu skúlunum liva enn. Tað tekur drúgva tíð at broyta. Vit eru væl á veg at fáa eina organisatión, sum kennir seg sum ein skúli. Nakrir av teimum gomlu vanunum, sum eru góðir, skulu vit eisini halda fast við. Tað er nakað gott í teimum, sigur hann.
Hann vísir á, at fyrsta skúlaárið í nýggja bygninginum var avbjóðandi á mangan hátt, millum annað tí at bygningurin ikki var heilt liðugur, og tí at umstøðurnar vóru nýggjar. Men nú komið er meira enn í helvt við næsta skúlaárinum gongur betur.
– Tað er meira friður komin yvir øll, og virksemið virkar væl. Um vit taka samanleggingartilgongdina frá byrjan av, so haldi eg, at hon er eitt dømi um eina samanlegging, ið hevur eydnast væl, sigur Steinbjørn Hardlei.
Sangleikurin Cabaret integrerar
Í hesum døgum verður ein stórur sangleikur sýndur fram á Glasi, og hann heldur nýggi rektarin vera eitt gott dømi um, at møguleiki er at samstarva og fáa gagn av teimum ymisku deildunum.
– Tað varð longu farið í gongd við fyrireikingarnar til sangleikin, tá ið skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina. Hetta er ein verkætlan, ið sameinir tey ymisku fakøkini. Hetta er fínt í mun til at stuðla ta grundleggjandi ætlanina við samanleggingini. Tað er eitt gott dømi um eina integratión av teimum ymisku útbúgvingunum og fakøkjunum. Uttan tey, so var hetta ikki veruleiki.
– Myndaliga sæð, er hetta eitt gott dømi um, at bygningurin verður vístur fram við sínum dygdum. Nú eru vit komin har til, at vit kunnu nýta bygningin til tað, sum hann er ætlaður til, og vit kunnu hyggja frameftir, sigur hann.
Sangleikurin sameinir
Sangleikurin gongur fyri seg í Týsklandi í 20-unum og 30-unum og handlar um kærleika, men eisini tey rák, ið eru frammi í tíðini.
Arbeitt er upp á tvørs av deildum, og tey flestu fakøkini eru við.
– Fakligu førleikarnir hjá hvørjum øðrum verða nýttir. Til dømis hava næmingar á timburdeildini gjørt pallin, tey á maskindeildini hava gjørt stólar klárar hjá áskoðarum at sita á, tey á klædnadeildini hava gjørt búnarnar, hárdeildin hevur gjørt hár og sminku, tey á tónleikabreytini taka sær av tónleikinum saman við Tórshavnar Musikkskúla og onnur taka sær av øðrum uppgávum, sigur hann.
Umleið 50 fólk eru á pallinum sum leikarar og tónleikarar, men nógv onnur eru eisini aftanfyri.
– Tá ið tað ræður um at fáa næmingar og lærarar at kenna seg sum ein skúla, so er týðandi at hava ítøkiligar uppgávur at loysa, sum stuðla tí, at vit eru ein skúli.
Sangleikurin er ein ítøkilig verkætlan í hesum liðinum, men vit hava eisini havt aðrar verkætlanir frá fyrsta skúladegi. Fyrsta skúlaárið var ein verkætlan, ið var kallað menniskja og náttúran, og arbeitt var við hesum upp á tvørs, og tað endaði við at verkætlanin varð ítøkiligagjørd og sýnd fram. Næsta skúlaárið kallaðist verkætlanin Føroyar og framtíðin Á tann hátt fáa vit eisini eyguni upp fyri dygdunum hjá hvørjum øðrum.
Fantasistøði býtt um við vitan
– Glasir gevur nógvar møguleikar. Sniðgevingini í bygninginum, millum annað at tað er nógv glas, er júst umhugsað soleiðis, at tað stuðlar at vitan og fatan ferðast skjótt í bygninginum. Vit síggja hvønn annan, síggja hvussu undirvísing fer fram, síggja tvørtur um tað bókliga og tað handaliga og síggja hvussu tað verður arbeitt á verkstøðunum, sigur hann.
Hann vísir á, at grundhugsanin er, at tað vil mest sannlíkt skapa størri vitan um hvønn annan og harvið eisini fatan fyri hvørjum øðrum.
– Hetta skapar virðing, og so byrja fólk at hugsa um, hvussu vit kunnu brúka hvønn annan, og hvussu vit kunnu samstarva um undirvísing.
– Vit hava longu í hesum stutta tíðarskeiðnum sæð úrslit av hesum. Tað eru fólk, ið siga, at nú vita tey meira um, hvat hini gera. Tá ið vit ikki vita, so byrja vit at gita. Um vit ikki høvdu havt glas, har vit síggja inn til hvønn annan, so høvdu vit havt størri fantasistøði, tí so gita vit. Við at hava so nógv glas, minka vit um fantasistøði og býta tað um við, at vit vita, hvat onnur gera. Út frá hesum spretta nógvir møguleikar til samstarv. Tað eru vit als ikki komin á mál við at gagnnýta. Vit eru í byrjunarstøðuni, sigur Steinbjørn Hardlei.
Steðgirnir skulu skapa breitt samstarv
Umframt at tað er so nógv glas í bygninginum, so vísir hann eisini á, at tað er tilvitað, at tað er ein stór kantina, og at allir steðgirnir eru samstundis.
– Vit kannaðu tað við aðrar stórar miðnámsskúlar uttanlands. Á nøkrum støðum valdu tey at hava ymisk tíðarskeið til steðgir. Men vit valdu heldur at hava allar steðgir samstundis júst fyri at kunna hava tað breiða samstarvið tvørtur um fakøki, sigur hann.
Hann vísir á, at ofta hevur verið hoyrt um, at onkur ungur er farin í Hoydalar í student, tí at vinirnir fara hagar, sjálvt um viðkomandi kanska hevur meir hug til tað handaliga. Við at hava steðgir samstundis á Glasi, so ber til at síggjast hjá vinunum, sjálvt um tey eru á hvør síni deild.
– Tað hava verið nakrar avbjóðingar, tá ið fleiri hundrað fólk koma til kantinuna í senn, men við nøkrum tillagingum, so hevur tað tó gingið væl, sigur nýggi rektarin.
Friðarstøð
Tilsamans eru 1450 næmingar og 250 starvsfólk á Glasi. Um øll eru í skúla samstundis, so eru 1700 fólk í bygninginum. Hetta hevur sínar avbjóðingar. Millum annað hjá teimum, ið ynskja meira frið, tá ið tey skulu hugsavna seg um undirvísingina ella uppgávuarbeiði. Ein av næmingunum nevndi hetta í sendingini ”Við Tórði á túri”, sum var í Kringvarpinum í vikuni.
– Tað eru nøkur, ið hava sagt, at tað er trupult at hugsavna seg, tá ið tað er glas allastaðni, og onnur síggja inn. Samstundis gongur nógv fyri seg allatíðina í bygninginum. Hetta er ein avbjóðing. Vit hava nakrar sokallaðar friðarstøð í bygninginum. Tað er á bókasavninum og økinum uttanum. Tað verður brúkt, men vit skulu kanska ansa betur eftir, at fólk ikki vera órógvað har. Vit hava eisini ein lítlan og ein stóran fyrilestrarsal, har tað ber til at draga gardinur fyri, so at fólk ikki verða órógvað. Vit skulu finna eina javnvág, og tað mugu vit nokk arbeiða meira við, sigur Steinbjørn Hardlei.
EUX-útbúgving
Á Glasi eru eisini næmingar við serligum avbjóðingum. Millum annað er ein autismuflokkur og ein serbreyt fyri ung við serligum tørvi. Har er millum annað eisini hægri nám og skúlaheim.
Arbeitt verður eisini við nýggjum útbúgvingum, til dømis eini EUX-útbúgving á fimm ár, har til ber at fáa eitt students- og verkligt prógv. Arbeitt verður eisini við einum trý ár studentsprógvi, í fyrsta umfari til hár- og klædnadeildina.
– Vit hava tosað við Uttanríkis- og mentamálaráðið um hetta. Vinnan heldur eisini, at hesar útbúgvingarnar eru spennandi. Tað vil eisini geva næmingunum fleiri møguleikar, nú fólk skifta meira í størvum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Steinbjørn Hardlei.
Nakað annað, ið eisini verður arbeitt við, er at fáa meira burturúr Glasir-bygninginum um kvøldarnar.
– Vit hava frálík høli, ið kunnu hýsa nógvum ymiskum. Vit síggja fram til at fáa fleiri tiltøk at vera her eisini um kvøldarnar, sigur Steinbjørn Hardlei.
Ítrótturin fyllir nakað enn
Nýggi rektarin hevur fyrr gjørt nokk so fitt við ítrótt. Serliga var tað fótbóltur. Hann spældi í nøkur fá ár á besta liðnum hjá B36. Nú spælir hann tríggjar ferðir um vikuna innan- ella uttandura fótbólt. Hann hevur eisini verið ungdómsvenjari, og nú er hann í nevndini fyri B36.
– Tað er sunt og gott at røra seg. Tað gevur eisini orku, sigur rektarin.
Annars nýtir hann tíðina saman við familjuni.
– Bæði eg og konan fyltu 50 í fjør. Á jólum vóru vit ein góðan túr í Edinburg og vóru saman sum familja. Vit vóru 12 fólk. Tá fekk eg veruliga slappa av, sigur Steinbjørn Hardlei.